Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Page 107
tað eru ikki bara næmingarnir úr Havn, sum geva havnarrøddunum (P1,
P7) toppkarakter. Tað sama gera næmingarnir á Tvøroyri og í Sørvági, og
á Oyrarbakka eru tey eisini jalig mótvegis havnargrímunum (P1, P7). Her
síggja vit tað sama mynstrið á hesum skúlum, nevniliga at havnargríman
Hugburður til variatión í føroyskum talumáli 107
3 Sniðið í Friedmans miðalstigskipan er soleiðis, at bert teir næmingar kunnu roknast uppí,
sum hava svarað øllum spurningunum. Um ein krossur vantar, verður alt spurna sr blaðið tikið
frá. ANOVA-kanningin er parametrisk og setur tí ikki slík krøv. Tí byggir ANOVA á 204
svar, meðan Friedmans miðalstigskipan byggir á 133 svar (sí eisini talvu 3, 4 og 5).
N=1333 Miðalstig (Mean Rank)
P10 (Suðuroy) 10,56
P1 (Tórshavn) 10,11
P7 (Tórshavn) 9,93
P12 (Suðuroy) 9,57
P2 (Eysturoy) 9,34
P15 (Norðuroyggjar) 8,9
P5 (Norðuroyggjar) 8,79
P8 (Norðuroyggjar) 7,8
P3 (Vágar) 7,39
P6 (Vágar) 7,14
P11 (Tórshavn) 6,49
P9 (Eysturoy) 6,29
P13 (Vágar) 5,96
P14 (Eysturoy) 5,92
P4 (Suðuroy) 5,8
Talva 2: Úrslitið av tí samlaða tilfarinum uttan at býta tað sundur eftir
skúlum.