Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Page 109
enn hinar báðar (P9, P14). Norður oyggjagrímurnar liggja í miðjuni.
Næmingarnir á Oyrarbakka geva ikki teimum lokalu røddunum serliga
høgan karakter. Hetta síggja vit eisini í Sørvági, har vágarøddirnar liggja
á 9., 11. og 12. plássi. Annars fáa røddirnar úr Vágum sum heild lágan
karakter allastaðni.
Samanteljingin fyri allar skúlarnar vísir, at her er einki yvirskipað mynst -
ur. Um so var, at talan var um eitt mynstur, høvdu allar tríggjar grím urnar
úr sama stað verið savnaðar í beltir. Men so er ikki. Hetta bendir á, at
metingarnar eru knýttar at øðrum brigdlum enn dialektgrímunum. Tað
einasta, ið bendir á eitt mynstur er, at røddirnar úr Norður oyggjum liggja
savnaðar í miðjuni, men av tí at hinar liggja so spjaddar, ber ikki til at tosa
um nakað mynstur. Tað fløkta mynstrið bendir tí á, at tað er einki yvir-
skipað dialektalt mynstur, tá ið føroyskar dialektir verða mettar á henda
hátt.
Tað fløkta mynstrið í metingunum av dialektunum bendir á, at orsøk-
in til at broytingar fara fram í føroyskum dialektum er ikki, at summar
dialektir hava hægri støðu enn aðrar. Tær ymisku metingarnar av grímun-
um kundu bent á, at metingarnar ikki byggja á dialektina, men á okkurt
annað, møguliga røddina (raddarkvalitet, djúp, snjøll, taluferð o.s.fr.).
Fyribils kunnu vit siga, at okkara úrslit minna um tað norska
mynstr ið, har ið trupult er at finna nakað mynstur, meðan úrslitini í Dan -
mark vísa, at keypmannahavnardialektin vinnur á øllum hinum uttan
mun til, hvussu røddirnar annars ljóða. So spurningurin um hví dialekt-
irnar broytast skal neyvan finnast á einum føroyskum dialektalum virðis-
stiga.
4.3 Úrslit av stigskipanarkanningunum (medvitaður hugburður)
Tá ið vit spurdu um medvitaðan hugburð til, hvussu vakrar tær ymsu dia-
lektirnar vóru, kom eitt týðiligt mynstur til sjóndar, har ið dialektin hjá
næmingunum skoraði hægst (lágt tal = jaligur hugburður, høgt tal = nei-
ligur hugburður):
Í talvu 4 er tað heilt týðiligt, at næmingarnir mettu sína egnu dialekt
hægri enn allar hinar, tá ið teir fingu beinleiðis spurningar og vistu, hvat
teir svaraðu uppá (Friedmans miðalstigskipan (N=133): p > 0.01, einveg-
is ANOVA (N=204): p > 0.01). Eitt slíkt mynstur er eisini kent í øðrum
londum, t.d. í Danmark (Grondelaers og Kristiansen 2013; Svenstrup og
Thøgersen 2009) og í Noregi (Anderson 2010).
Hugburður til variatión í føroyskum talumáli 109