Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Page 110
Í talvu 5 síggja vit úrslitini av spurninginum: ‘Hvørja støðu, halda tit,
føroyingar sum heild hava til hesar dialektirnar?’ (lágt tal = jaligur hug-
burður, høgt tal = neiligur hugburður):
Úrslitið av hesi kanningini vísir eitt sera týðiligt mynstur (Friedmans
miðalstigskipan (N=133): p > 0.01, einvegis ANOVA (N=204): p >
0.01): Havnarmálið liggur ovast í seks av sjey støðum og næstovast á
einum stað. Hinvegin liggur suðuroyarmálið lægst í seks støðum og næst -
niðast á einum stað. Ein slík stigskipan bendir á, at tá ið næmingarnir eru
medvitaðir um endamálið, er eingin ivi: Teir halda, at føroyingar meta
havnarmálið hægst. Í einum samfelagsmálvísindaligum samteksti er hetta
áhugavert, tí tað kann tulkast soleiðis, at av tí at Havnin myndar ein poli-
tiskan og mentanarligan kraftdepil, verður tann dialektin hægst mett,
meðan hini økini lutfalsliga eru stigskipað eftir, hvussu langt tey eru frá
Havnini: Suðuroyggin er longst frá Havnini bæði landafrøðiliga og máls-
liga. Ein onnur orsøk til ta jaligu metingina av havnarmáli kann vera, at
tann dialektin liggur tætt upp at skriftnorminum.
Úrslitini frá stigskipanarkanningini í talvu 5 benda á eina hugmynd
um eina dialektala stigskipan tvørtur um dialektmørk, tá ið næmingarnir
verða spurdir beinleiðis. Hetta er áhugavert, tá ið vit samanbera við úrslit-
Edit Bugge og Jógvan í Lon Jacobsen110
Tórshavn/ Tórshavn/ Eysturoy/ Vágar/ Norður- Suðuroy/ Suðuroy/
Eystur- Venjingar- Oyrarbakki Sørvágur oyggjar/ Tvøroyri Vági
skúlin skúlin Klaksvík
1 Tórshavn Tórshavn Eysturoy Vágar Norður- Suðuroy Suðuroy
oyggjar
(1,67) (1,31) (1,47) (1,50) (1,79) (1,84) (1,79)
2 Vágar Vágar Vágar Tórshavn Eysturoy Tórshavn Tórshavn
(2,86) (2,87) (3,29) (2,85) (2,93) (2,89) (2,42)
3 Eysturoy Eysturoy Norður- Norður- Vágar Eysturoy Vágar
oyggjar oyggjar
(2,93) (2,88) (3,40) (3,35) (3,46) (3,25) (3,26)
4 Suðuroy Norður- Suðuroy Eysturoy Tórshavn Vágar Eysturoy
oyggjar
(3,71) (3,65) (3,40) (3,62) (3,47) (3,27) (3,39)
5 Norður- Suðuroy Tórshavn Suðuroy Suðuroy Norður- Norður-
oyggjar oyggjar oyggjar
(3,83) (4,28) (3,45) (3,68) (3,75) (3,75) (4,13)
Talva 4: ‘Hvussu vøkur heldur tú bygdarmálini, sum eru nevnd omanfyri,
eru?’
K
an
ni
ng
M
ið
al
st
ig
sk
ip
an
(F
rie
dm
an
)