Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Side 111
ini frá grímukanningini, har ið dialekt eftir øllum at døma ikki var partur
av, hvussu næmingarnir mettu grímurnar. Talva 5 kann tí tulkast sum ein
óbeinleiðis staðfesting av, hvussu næmingarnir sjálvir stigskipa hesar dia-
lektirnar, har ið havnarmálið fekk hægstu raðfesting.
4.4 Hvussu eftirfarandi var kanningin?
Tá ið vit spurdu næmingarnar um endamálið við grímukanningini, var tað
eingin næmingur, sum hevði varhugan av, at hon snúði seg um hugburð
til landafrøðiliga málvariatión. Ein vansi, sum vit ikki høvdu givið okkum
nóg mikið far um frammanundan, var sjálvt samrøðuevnið á upptøkun-
um: G!-festivalurin. Hóast vit høvdu roynt at funnið eitt neutralt sam -
røðu evni, vóru tað ikki allir næmingarnir, sum hildu hetta evnið vera við -
komandi, serliga tey, ið hoyra til ymsar trúarbólkar, sum ikki í eins stóran
mun sum hini, luttaka á G. Ein gentunæmingur svaraði soleiðis, tá ið hon
varð spurd um endamálið við kanningini: “Til at vita, um okur fara at
drekka”. Við øðrum orðum setti hesin næmingurin festivalin í samband
við drykkjuskap (ella kanska skemtaði hon), men hon helt, at endamálið
við kanningini var at siga nakað um rúsdrekkanýtslu, hóast hetta evnið
ikki varð viðgjørt í nøkrum av upptøkunum.
Hugburður til variatión í føroyskum talumáli 111
Tórshavn/ Tórshavn/ Eysturoy/ Vágar/ Norður- Suðuroy/ Suðuroy/
Eystur- Venjingar- Oyrarbakki Sørvágur oyggjar/ Tvøroyri Vági
skúlin skúlin Klaksvík
1 Tórshavn Tórshavn Eysturoy Tórshavn Tórshavn Tórshavn Tórshavn
(1,69) (1,31) (1,86) (1,97) (2,32) (1,60) (1,61)
2 Eysturoy Eysturoy Tórshavn Vágar Eysturoy Eysturoy Eysturoy
(3,02) (2,73) (2,53) (2,76) (2,47) (2,90) (3,08)
3 Vágar Vágar Norður- Eysturoy Vágar Norður- Norður-
oyggjar oyggjar oyggjar
(3,02) (3,04) (3,38) (2,85) (3,16) (3,12) (3,42)
4 Suðuroy Norður- Vágar Norður- Norður- Vágar Vágar
oyggjar oyggjar oyggjar
(3,63) (3,55) (3,43) (3,03) (3,16) (3,45) (3,29)
5 Norður- Suðuroy Suðuroy Suðuroy Suðuroy Suðuroy Suðuroy
oyggjar
(3,65) (4,37) (3,79) (4,38) (3,89) (3,93) (3,61)
Talva 5: ‘Hvørja støðu heldur tú føroyingar hava til hesi bygdarmálini?’
K
an
ni
ng
M
ið
al
st
ig
sk
ip
an
(F
rie
dm
an
)