Fróðskaparrit - 01.01.1970, Síða 19
Rótstovnar í føroyskum
Serstakliga við atliti til fleirtal
Eftir Ulf Zachariasen.
1.
Teir fornu rótstovnarnir, atematisku stovnarnir, hava í ný-
føroyskum mangan tikið seg upp eftir forvitnisligum leiðum.
Her verður dentur lagdur á at sýna, hvat snið teir hava
í fleirtali, í hvørfalli og hvønnfalli, bæði í bundnum og ó-
bundnum formi. 1 hesum førum hevur hitt føroyska kenniorðið
oftast annan form enn í íslendskum, hrøðrinir, føtrinir, hend-
rinar, døtrinar t. d. — ein formur, sum ikki er serføroyskur,
vit finna hann aftur eitt nú í fornum svenskum —, meðan ís-
lendskt hevur bræðurnir, fæturnir, hendurnar, dæturnar
(dbræðrnir, fætrnir, hendrnar, dætrnar). Annars er at siga
um føroysku formarnar, at teir ikki koma til sjóndar í skriv-
aðum máli— hin hammershaimbska rættskrivingin byggir jú
á fornmálið, tað vil fyrst og fremst siga forníslendskt, og
hevur í hesum føri ikki lagt lag í føroyskt.
Taka vit hinar stovnarnar (sjálvljóðastovnarnar og n-
stovnarnar) og kanna eftir, hvussu teir í kallkyni og kvenn-
kyni í fleirtali eru vorðnir, um kenniorðið kemur afturat,
verða vit var við, at fleirtals -r altíð verður samanlíkt við
-n- frá kenniorðinum og hvørvur. Vit skriva armarnir, dag-
arnar, fjaðrarnar, granarnar, oyggjarnar, herðarnar, gestirnar,
vinirnir, líðirnar, firðirnir, vøttirnar, grannarnir, gøturnar
o. s. fr., men vit siga altíð armanir, daganar, fjaðranar, gran-