Fróðskaparrit - 01.01.1970, Síða 20
28
Rótstovnar í føroyskum
anar, oyggjanar, herðanar, gestinir, vininir, líðinar, firðinir,
vøttinar, grannanir og gøtunar.
2.
Yvirhøvur hava rótstovnarnir sterka støSu í føroyskum.
Ikki tí, ein partur av teimum er farin burturúr og verSur nú
øSrvísi bendur (3. a. og fyri ein part e.). Men hinumegin er
ein bólkur av orSum, sum ikki upprunaliga eru rótstovnar,
men sum í fornmálinum eisini kundu verSa bend so, í før-
oyskum farin henda vegin burturav: honk, rond, bót, klógv,
glóð, ont, rond, spong, strond, stong, tong, rond (sbr. íslendskt).
Eisini bonkur, vond, trom, dorg, vomb, rás, frúgv og brúgv.
011 hesi orS laga seg væl eftir føroyskum bendingarsniS, og vit
fáa: glóð-gløður, tong-tengur, rás-ræsur, brúgv-brýr o. s. fr.
Serliga megnaS tykist skiftiS o-e (upprunaligt i-umljóS a-e,
seinri kámaS av «-umljóSnum ai>g) at vera, tong-tengur t. d.,
taS hevur haft serstaka atdráttarmegi, og taS er forvitnisligt at
síggja, at orS, iS inn eru komin í alranýggjastu tíS, síSstu
10—20 árini, laga seg náttúruliga eftir tí: kartong-kartengur.
Taka vit gongdina úr fornmálinum í føroyskt síggja vit
sostatt eina forvitnisliga broyting: frá tí at hava sum høvuSs-
eySkenni -r í hvørfalli og hvønnfalli í fleirtali (-r tó í summum
orSum burturlíkt, mús-mýs t. d., sbr. 3. c.) mótvegis hinum
stovnunum, sum her hava -ar, -ir og -ur, hevur hesin orSa-
bólkur, viS at sleppa summum orSum og hinumegin at draga
onnur at sær, tikiS seg fram til at vera ein orSaflokkur hvørs
høvuSseySenni í dag er i-umljóS í fleirtali, hvørfalli og hvønn-
falli. At hesir formar so í sínum lagi mangan kunnu breiSa
seg til hvørjumfall viS, tong-tengur-tengrum t. d., verSur ikki
gjørt meira burturúr á hesum sinni. Eisini kundi veriS mint á
hin úrforna javnan millum hvørjumfall í eintali og hvørfall í
fleirtali (hendi-hendur, føti-føtur), ein javni sum eisini hevur
gjørt vart viS seg í føroyskum málvøkstri annars (træðri-
træðrir, sbr. 3. e.).
Annars leggur ein til merkis tann nakaS óregluliga fleirtals-
formin t. d. rengur av rong, vit høvdu her væntaS rongur (e