Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 21
Rótstovnar í føroyskum
29
verður í føroyskum at >o framman fyri ng og uttan so
at -g og -k í hesum sambondum hava framgómaframburð, tá
fáa vit í miðføroyskum vanliga framburðin ei), formar sum
rengur o. tíl. mugu vera ávirkaðir av t. d. strendur, rendur o.ø.
1 3. verða øll orðini viðgjørd soleiðis:
a. Tey, sum eru farin aðrar leiðir, hendir seg horvin úr mál-
inum.
b. Orð, har stovnurin endar við (upprunaliga longum) sjálv-
ljóði.
c. Orð við burturlíktum -r í óbundnum formi av hvørfalli og
hvønnfalli í fleirtali.
d. Orð oftast við varðveittum fleirtals-r framman fyri kenni-
orðið í hvørfalli og hvønnfalli.
e. Orð, har varðveitt fleirtals-r verður grundarlag fyri nýggj-
um fleirtalsformum og viðhvørt eisini eintalsformum.
3.
a. mjólk kemur ikki fyri í fleirtali. Horvið úr málinum tykist
trógv (<ipró). Mestsum horvið er brún, sum bert er til í ein-
stakari málisku (líkjast einum í brá og brún) og 1 staðanøvn-
um, orðið er annars burturotað av brúgv. fíggindi er vorðin
vanligur an-stovnur. Vanligir i-stovnar eru nú eik, geit, grind,
lind, nót, okn (átti helst at verið skrivað ákn, sbr. 3. e.), sild,
skrift, váð, ørk. kinn er nú o-stovnur, kann tó viðhvørt verða
kallkynsorð og đ-stovnur (kinnur, flt. kinnar). Annaðhvørt o-
stovnar ella i-stovnar eru tík og vík.
b. Orð, har stovnurin endar við (upprunaliga longum) sjálv-
ljóð, við gongdini -rn-j> [dn] í bundnum formi í fleirtali.
Til samanburðar við sjálvljóða- og w-stovnar kann verða sagt,
at í rótstovninum stendur her samgongan -rn- herðingarsterkt,
meðan hon í hinum stendur herðingarveikt: brúgv-brýr-
brýrnar, frúgv-frýr-frýrnar, klógv-klør-klørnar, kúgv-kýr-
kýrnar, súgv-sýr-sýrnar, tá-tær-tærnar, xr-xr-ærnar. 1 part við
hesi orð fer fleirtalsorðið dyr-dyrnar (við nýgjørdum eintali
ein durur eftir hvørjumfalli í fleirtali durum-durunum).
Fn. tó, før. tógv, sum næstan bert er til í fleirtali, og sum