Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 22
30
Rótstovnar í føroyskum
er vanligt í staðanøvnum, hevur íormarnar tør og tóm (vanliga
skrivað tón). Tað er ikki skrásett í bundnum formi í fleirtali.
At hvørjumfals-formurin tóm meira enn so kann hava hvør-
fals- og hvønnfalsvirki, er lætt at skilja, tá vit hugsa um, at
orðið javnan verður nýtt við fyriseting (undir -tóm), sbr. t. d.
uttanáskriftir á brævbjálvum: Kollafirði, Húsum, Vági fyri
í Kollafirði, á Húsum, í Vági o. s. fr. (sbr. 3. e.).
klógv kann í fleirtali hava hjáformarnar kløur-kløunar
(skr. kløurnar). Tann sannroynd, at vit her hava formaparið
kløunar og klørnar er helst atvoldin til, at vit, vegna burtur-
dottið ð, umframt formin gløðunar (skr. gløðurnar), fleirtal
í bundnum formi av glóð (sbr. 3. d.), hava ein — stakan —
form glørnar.
c. Hvørfall og hvønnfall í fleirtali við burturlíktum -r gera
gás, lús, mús, maður, naglur, tonn, flt. gxs, lýs, mýs, menn,
negl, tenn, í bundnum formi gæsnar, lýsnar, mýsnar; menninir,
neglinir (ella neglinar, orðið hevur lyndi til at vera kvenn-
kynsorð í fleirtalið), tenninar. Teir tríggir síðstu formarnir,
menninir, neglinir (hvønnfall: menninar og neglinar) og tenn-
inar skarast náttúrliga um næsta bólk:
d. í hesum bólki eru flest orð. Eyðkenni teirra er -ur í fleir-
tali við z’-umljóð av rót-sjálvljóðnum, har tað ber til, meðan
tey yvirhøvur í bundnum formi bert hava -r í fleirtali:
bonkur-benkur-benkrinir (umframt beinkir-beinkinir (skr.
beinkirnir)), bók-bøkur-bøkrinar, bóndi-bøndur-bøndrinir,
bót-bøtur-bøtrinar, brók-brøkur-brøkrinar, fótur-føtur-føtr-
inir, hond-hendur-hendrinar, honk-henkur-henkrinar, kartong-
kartengur-kartengrinar, mørk-merkur-merkrinar, nátt-nxtur-
nxtrinar, rók-røkur-røkrinar, rond-rendur-rendrinar, rong-
rengur-rengrinar, rót-røtur-røtrinar, song-sengur-sengrinar,
spong-spengur-spengrinar, stong-stengur-stengrinar, strond-
strendur-strendrinar, tong-tengur-tengrinar og vomb-vembur-
vembrinar (skriftformarnir eru benkurnir, bøkurnar, bønd-
urnir o. s. fr.)
Tað eigur at verða nevnt, at ymsastaðni í Føroyum, eina
mest kanska um Havnar-leiðina, er ikki óvanligt, at -i- í