Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 23
Rótstovnar í føroyskum
31
kenniorðinum verður slept, so vit fáa formar sum t. d. bøtr-
nar, metrnar, stengrnar o. a., t. e. við stavingarberandi -r-
framman fyri
Eftir at nevna í hesum bólki eru fyrst nøkur orð, har høv-
undurin ikki (enn ikki) hevur hoyrt ella sæð fleirtalsformar
við varðveittum -r- framman fyri kenniorðið: dorg-dergur-
dergunar, flógv-fløur-fløunar, frændi-frændur-frændunir,
glóð-gløður-gløðunar, ont-entur-entunar, rógv-røur-røunar,
trom-tremur-tremunar, vond-vendur-vendunar, harumframt
rás-ræsur-ræsunar (skriftformar: dergurnar, fløurnar o. s. fr.).
Sum sæst, eru orðini ikki nógv í tali, afturat er at siga, at
orðini flógv, frændi og ont ikki eru nógv nýtt, og dorg, trom,
vond og rás hoyra ikki upprunaliga til rótstovnarnar. glóð
kann, sum nevnt, hava annað snið í bundnum formi í fleir-
tali (3. b.).
Av skyldskaparorðunum hoyra móðir og dóttir best uppí
her. móðir hevur fleirtalið møður-møðunar (skr. møðurnar)
t. e. eisini her hvørvur fleirtals-r framman fyri kenniorðið.
Orðið er annars ikki so vanligt, í flestum førum verður í
staðin nýtt orðið mamma. dóttir varðveitir sítt forna fleir-
talssnið og hevur formarnar døtur-døtrinar (skr. døturnar).
Hini skyldskaparorðini fara aðrar leiðir:
e. Orð, har varðveitt fleirtals-r, stundum styðjað av radi-
kálum r, verður grundarlag fyri nýggjum fleirtalsformum og
viðhvørt eisini eintalsformum.
bróðir kann í fleirtali hava formarnar brøður-brøðrinir
(skr. brøðumir), men kann eins væl fáa annað óbundið snið,
sum vit kunnu taka sum høvuðsdømi fyri henda bólk.
Nevnt er (1.), at kallkyns- og kvennkynsorð, ið eru sjálv-
ljóðastovnar ella »-stovnar, sleppa sínum fleirtals-r framman
fyri kenniorðið í hvørfalli og hvønnfall, og vit fáa skiftið
vininir-vinir, gestinar-gestir, líðinar-líðir o. s. fr. Óivað eftir
hesi fyrimynd hava summi av rót-orðunum fingið nýggjar
óbundnar fleirtalsformar, og javnlíkt við skiftið vininir-vinir,
t. d., fáa vit skiftið brøðrinir-brøðrir. bróður fær sostatt form-
arnar bróðir-brøður ella brøðrir-brøðrinir. Við hesum døm-
inum sum støði ber til at skilja formagongdina hjá hinum rót-