Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 24
32
Rótstovnar í føroyskum
stovnunum við radikálum r og summum øðrum orðum, ið
yvirhøvur hava tikið seg upp eftir somu leið (vegna saman-
blandingina av herðingarveikum -i(-) og -«(-) og framvøkst-
urin av styði-sjálvljóði (svarabhakti-sjálvljóði), akr^>akur
t. d., verða hesi orð í nýføroyskum mest at rokna sum
orð við radikálum r. Eisini móðir og dóttir): faðir, systir,
fingur og vetur fáa formarnar faðir-fedrar-fedranir (skr. fedr-
arnir), systir-systrar-systranar (skr. systrarnar), fingur-fingrar-
fingranir (skr. fingrarnir) og vetur-vetrar-vetranir (skr. vetr-
arnir). Tað sæst beinan vegin, at hesi fýra orð (faðir, systir,
fingur og vetur) í einum líkjast frá bróðir, -nevniliga við at
hava fingið nýgjørdan, óbundnan fleirtalsform við -ar í staðin
fyri -ir. Ætlandi kemst hetta av, at tey kallkyns- og kvenn-
kynsorð í málinum, ið frammanundan høvdu radikált r, at
kalla øll vóru a-stovnar og o-stovnar og sostatt høvdu -ar í
fleirtali: akur-akrar, veðrur-veðrar, fjøður-fjaðrar, livur-livrar
o. s. fr.
Ógvuliga líkur gongdini hjá áðurnevndu orðum er tann
vøkstur, ið verið hevur í formaskipanini hjá hesum orðum:
fn. práðr, kk., fn. ertr, kvk., flt., fn. kverk, kvk., fn. hnot,
kvk. og fn. tág, kvk.
tráður hevur í fleirtali — umframt trxðir-træðinir (skr.
træðirnir) — eisini træðrir-træðrinir (skr. trxðrirnir).
kvørkrar-kvørkranar (skr. kvørkrarnar) er í dag einans
fleirtalsorð.
Til formarnar ertrar-ertranar (skr. ertrarnar) hevur ný-
føroyskt gjørt ein eintalsform ertur, kvk.
Burtur úr orðunum fn. hnot og fn. tág hevur føroyskt fingið
tvey heilt nýggj orð at kalla. Hitt forna fleirtalið av hnot var
hnøtr ella hnetr, fornt ø er í føroyskum mestsum horvið og
farið upp í e-bólkin (t. d. í erva (<ií efra), kemur, svevur,
treður), men ætlandi tíðliga í tíðini hava vit í hesum orðinum,
í samsvar við ljóðskifti o-y í t. d. krov-kryvja (o er her a-
umljóð av u), fingið fleirtalsformin nytr ella nytur, sum í
bundnum formi hevur sniðið nytrinar. Óbundið fær tað (um-
framt nytur) burtur úr forminum nytrinar formin nytrir.