Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 45
Fríggjadagstrúgv og fríggjadagsnøvn
Eftir Jóhan Hendrik W. Poulsen.
Tað er ikki óvanligt í Føroyum, at børn, ið eru borin í heim
fríggjadag verða uppkallað eftir hesum degi, vanliga soleiðis,
at tey aftur at høvuðsnavni ella -nøvnum sínum fáa navn, ið
byrjar við F. Tað kemur eisini fyri, at tílíkt navn verður havt
sum høvuðsnavn ella eisini sum einnevni.
1 hesi grein verður roynt at sýna, hvussu gamal hesin navna-
siður er, og ymist skal verða drigið fram, ið kann vera at-
voldin í honum. Nevnd verða dømi um tílík nøvn gjøgnum
tíðina, og til tess at avmarka evnið, verða tey dømini bert
tikin úr Sandoyar sýslu. Tað tilfarið varð savnað úr kirkju-
bókum fyri Sandoyar prestagjald til próvritgerð mína, ið varð
skrivað 1966. Harafturat hava elstu kirkjubøkurnar fyri alt
landið verið kannaðar til tess, at hylling kann verða fingin á,
nær ið siðurin við fríggjadagsnøvnum fer at taka seg upp.
Beinan vegin skal verða nevnt, at líkt hesum verður eisini
gjørt at nevna børn eftir sunnudegi sum føðingardegi, t.d. Sofíu
ella Sofus, ið vóru vanligastu nøvnini í fyrstuni. Ilt er at siga,
nær hesin siður fyrst kemur í, men eg haldi meg hava var-
hugan av, at hann er nakað javngamal siðinum at kalla upp
fríggjadag, kann vera heldur yngri — soleiðis er í hvussu er í
Sandoy.
Tað er eyðsæð, at tað er av einumhvørjum trúarávum, at
fríggjadagsnøvn verða givin børnum. Vert kann vera tí fyrst
at taka til umrøðu, hvørja trúgv — ella kanska heldur pá-
trúgv — ið Føroyingar hava havt í sambandi við fríggjadagin
og til samanburðar líta at, hvussu vorðið er aðrastaðni.