Fróðskaparrit - 01.01.1970, Síða 48
56
Fríggjadagstrúgv og fríggjadagsnøvn
skipaður føstudagur; sbr. íslendska navn hansara. Tó er tann
fatan eisini til, at fríggjadagurin er gleði- og eydnudagur, tí
tá endurloysti Kristus mannaættina við deyða sínum — Good
Friday hjá Bretum.
At óeydna er við at byrja arbeiði fríggjadag er eins og í
Føroyum trúgv m. a. í Danmørk9, Fraklandi og Týsklandi.
Óeydnudagur yvirhøvur er hann eisini hjá Tjekkum, Sorbum,
Russum, Finnum, Estlendingum og Magjárum. Til stuttleika
kann verða nevnt, at so mætir menn sum Gustav Adolf, Napo-
leon og Bismarck einki álit høvdu á fríggjadegnum. Soleiðis
tordi Napoleon hvørki at geva seg í bardaga ella at gera sátt-
mála á hesum degi. — I Sveits verður trúð, at hann, ið giftist
fríggjadag, kann vænta sær barnleyst hjúnalag, og at hann
tíðum verður plágaður av høvuðverki. — Onkustaðni í Týsk-
landi varð ikki farið í nýtt plagg fríggjadag. — í Normandi
í Fraklandi er tann trúgv, at tann, sum fer í nýggja skjúrtu
fríggjadag, doyr í henni. — f Svøríki var í gomlum døgum
helst ikki farið út at ferðast fríggjadag, tí óhapp kundi verða
úr10. — Hálendskum sjómonnum dámar ikki at leggja frá
landi fríggjadag, tí havið krevur eitt mannoffur hvønn fríggja-
dag. — At enda skal verða nevnt, at ymsastaðni í Týsklandi
verður trúð, at tann, ið føddur er fríggjadag, fær serstøk evni
fram um onnur, og at í íslandi verður sagt, at fríggjadags-
barnið er borið til ríkidømis (»á fostudag til fjár*)* 11.
Tá tað nú er algongt í Føroyum at skíra børn eftir fríggja-
degi, ið so nógv trúgv hevur loðað við frá fornari tíð, mundi
tað í fyrstu atløgu verið trúligt, at hetta er elligamal siður,
men so er ikki. Tað ber til at eygleiða uppkomu hansara í so
ungum heimildarritum, sum føroysku kirkjubøkurnar eru. 1
jarðabókum (1584 o. fr.) og tingbókum (1615 o. fr.) er ikki
eittans dømi um navn á Føroyingi, ið byrjar við F.
Fyritreytin fyri fríggjadagsnøvnunum var fyrst og fremst
tað nýggja lagið við tvínevnum og fleirnevnum, ið so líðandi
9 J. M. Thiele: Danmarks Folkesagn III (Kbh. 1968), 32.
10 Svenska Akademiens Ordbog 8 (Lund 1926), 1449.
11 Jón Árnason: hlemkar pjóðsogur og ævintýri II (Rvík 1966), 535.