Fróðskaparrit - 01.01.1970, Síða 49
Fríggjadagstrúgv og fríggjadagsnøvn
57
fekk høvdið fyri seg gjøgnum átjandu øldina, fyrst og fremst
um Havnarleiðina, har danska embætisfólkið gekk undan. Tó
er tað elsta dømi, eg havi funnið, av Viðareiði: »d. 23 Decbr
(1763) Er Anna Katrina Jens D: ved Gaar her paa Widerøe
død, 80ve Aar 3 Maaneder gammel« — eftir hesum varð hon
fødd 1683, sum er merkiliga tíðliga fyri tvínevnt fólk, var
hon føroysk. Men seinna helming av 18. øld verður tað alt
vanligari, at Føroyingar eita tvey og fleiri nøvn. Fyrst, tá ið
hvør hevði ikki meir enn eitt navn, var navnatilfarið heldur
fábroytt og bundið av siðvenju og uppkalling, og tí ikki rúm
fyri nøkrum »marglæti« í navnagávuni.
Elsta dømi um Fríðriksnavn — tí Frederik og Frederikka
vóru langa tíð einhøvd sum fríggjadagsnøvn — er úr Havn
1757: »21 Jan. døbt Hans Hansens Barn nom: Christian
Frideric«. Barninum helt Mariana Hammershaimb og millum
faddrarnar var »Hr Landfoged Frideric Carl Hammershaimb«.
Skírnin var fríggjadag, men ikki er vitað, um barnið var føtt
fríggjadag. Leingi var tað vanligt, at bert skírnardagurin var
tilskilaður í kirkjubókunum og ikki føðingardagurin. Undan-
tak ger Albert Michael Matras, Viðareiðisprestur 1760—1800,
tí longu frá fyrstu blaðsíðu í síni fyrimyndarliga skrivaðu
kirkjubók, ið er byrjað 1760, setur hann føðingardagin við.
Elsta próvfasta fríggjadagsnavnið er tí í Norðuroyum: 21.
mai 1785 varð skírdur í Viðareiðis kirkju Friderich føddur
20. mai (sum var fríggjadagur) á Uppsølum. Annað vissa dømi
er úr Mykinesi, har sum genta 2. apríl 1802 fær navnið
Friederica. Fríggjadagin 6. aug. sama ár fær prestssonur á Nesi
navnið Frederich Carl. 1 Havn sæst fyrsta ivaleysa fríggjadags-
navnið 13. des. 1811, tá ið genta verður kallað Elsa Friderica.
1 Suðuroy ger hesin siðurin fyrst vart við seg í Hvalbø 4. apríl
1817, tá ið genta fær hesi nøvn: Elsebeth Frederikke. Seinast
rínur hann við í Sandoy. 1823 verður genta á Sandi kallað
Christine Frederikke. Vert er at hava í huga, at minni enn so
øll, ið verða skírd Frederik ella Frederikke o. tíl. eru fødd
fríggjadag; tey tykjast vera væl umtókt nøvn í seinna parti
av 18. øld, fyrst hjá embætisfólki og síðan hjá almenningi.
5 — Fróðskaparrit