Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 50
58
Fríggjadagstrúgv og fríggjadagsnøvn
So líðandi verður meiriluti teirra, ið bera hesi nøvn, fríggja-
dagsbørn, í hvussu er eftir Sandoyar kirkjubókum at døma.
Sum frá líður koma eisini onnur nøvn aftur at Frederik/
Frederikka. Her skulu verða nevnd eftir stavrøð tey, ið givin
hava verið í Sandoyar prestagjaldi fram tll 1961.
Mannfólkanøvn: Ferdinand, Finnbjørn, Finnur, Frank,
Frankis, Franklin, Frans, Fredag, Fríðálvur, Fríði, Fríðrik(!),
Frímann, Frimodt, Fritjof, Frits, Fróði, Fryd [fri:d].
Konufólkanøvn: Fanny, Feodora, Florentza, Frida, Fríða,
Fríðbjørg, Fríðborg, Fríðfljóð, Fríðgerð, Fríðrika, Fríðvør,
Frydea.
Kveikin til navnið Fredag er eyðvitað fingin við lestur av
bókini Robinson Crusoe eftir Daniel Defoe í danskari týding.
Seinastu árini hevur lyndi verið til at fara aftur til gamla
lagið at geva børnunum eitt navn. Hetta saman við tí, at tann
trúgv, ið undir hevur búð, fyri tað nógva man vera útkólnað,
hevur við sær, at fríggjadagsnøvnini fara at fækka. Eftir tí, eg
við at fregnast havi fingið uppspurt, er tað minni avvitandi
trúgv á fríggjadag sum eydnu- ella óeydnudag, ið fær foreldur
at geva navn eftir honum, enn tað, at soleiðis hevur verið
siður at gera.
SUMMARY
Tne present paper deals with the special Faroese custom of giving
children born on Fridays names with phonetic similarity with the name
of Friday, those names being originally Frederik and Frederikka (Danish
forms, because the parish registers were written in Danish). An investi-
gation in order to make an attempt to date the origin of this naming
custom demonstrates that it is not older than the second half of the
18th century; the first child with such a name demonstrably born on a
Friday was born on May 20, 1785 á Uppsølum, Borðoy. In addition
examples are given of popular belief concerning the Friday, showing
two opposite conceptions: According to one a child born on a Friday
will be safe from withcraft, and the other, which is more widespread,
claims that Friday is an unlucky day to embark upon a new enterprise,
to put on a new garment the first time, to stand out to sea first time
in the year and the like.