Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 66
74
Hústrúin í Húsavík
At Jacob Jacobsen kemur til hetta úrslit, er ikki at undrast á.
Føddur og uppvaksin í Havn og búsitandi í Noregi mesta
partin av ævi síni hevur hann ongantíð hoyrt hústrúnna í
Húsavík gitna og kennir so statt bara teir hammershaimbsku
formarnar húsfrú(gv). Hann vísir á, at dr. Jakobsen hevur
misskilt orðið hústrú (húsfrúgv), bæði tá talan er um hústrú
Elina Eiriksdóttur og um Guðruna Sjúrðardóttur, sum hóast
alt sítt ríkidøm ikki var hústrú. Men at leggja dr. Jakobsen
ella Hammershaimb undir at hava misskrivað orðið, tað dittar
hann sær ikki til, tó at hann man hava havt illgruna um,
hvussu vorðið var.
Jacob Jacobsens grein, sum man vera atvoldin í, at orðið
húsfrú(gv) í aðru útgávu (1961) av føroysk-donsku orða-
bókini hevur fingið merkingina »fornem gift kone«, elvdi
monnum til av nýggjum at fara undir at greiða hesa fløkju, og
langt um leingi fingu húsavíkingar málið aftur fyri seg í út-
varpsfyrilestrunum hjá Hanusi Samuelsen Hvør var hústrúin
í Húsavík8), so nú má sigast at vera komið aftur á beint.
Dr. Jakobsen helt seg hava gott um at halda, tá ið hann
tókst við at prógva, at Guðrun Sjúrðardóttir var hústrúin í
Húsavík11).
Jacob Jacobsen ger stutt av og sigur, at hon var als ikki
hústrú, og so er tann søgan úti. f staðin fyri vísir Jacob Jacob-
sen á hústrú Elina Eiriksdóttur, sum norski ættargranskarin
Henning Sollied hevur skrivað um12). Hann vil vera við, at
hústrú Elin Eiriksdóttir í Føroyum (!) doyði barnleys stutt fyri
144713), og at hon hevði verið gift við uppreistrarmanninum
Ámundi Sjúrðarsyni Bolt, sum kongur tíggju ár framman-
undan var biðin um at gera til lensmann í Føroyum14). Fyri at
siga sum er, so hongur alt hetta í leysari luft. Tað er einki
prógv fyri, at kongur játtaði hesa bøn, tíansheldur at Ámundur
nakrantíð setti sín fót á Føroya steinar. Eingin veit at siga við
vissu, hvørjum hústrú Elin var gift við, ei heldur um hon
hevði annað samband við Føroyar enn tað, sum brævið váttar,
at hon átti jørð her. Men hvat um tað? So seint sum í 17.øld
áttu dansk-norskar aðalsættir út við 300 merkur í Føroyum.