Fróðskaparrit - 01.01.1970, Side 67
Hústrúin í Húsavík
75
At enda skulu vit vísa á eitt bræv15), sum var prentað um
somu tíð sum søgnin um hústrúnna, men sum eingin higartil
hevur givið gætur. Tað er dagfest 1. august 1487, og í tx ger
Hans biskupur í Bergen kunnugt, at hústrú Ingibjørg (Inge-
borg) leiddi fram tvey vitni, sum bóru og svóru fullan bókar-
eið, at hústrú Ragndið, móðursystir hennara, hevði tikið við
hálvari rentuni av Bergs baðstovu í Bergen hennara vegna,
alt meðan hon var í Føroyum, og at hetta var hennara rætti
arvur og óðal.
Viðvíkjandi baðstovuni á Bergen er at siga, at harra Jákup
Fastúlvsson riddari átti hana fyrst í 15. øld, men nakað sam-
band millum hann og hústrú Ingibjørg er ikki funnið enn.
Verður nú spurt, hvørjum hústrú Ingibjørg hevur verið gift
við, er ikki langt burtur at leita eftir líkligum svari. 1 einum
transkriftabrævi, skrivað í Havn 2. mai (ella 13. september)
147916) finna vit tveir menn, ið báðir høvdu ta stættarstøðu,
sum gav konum teirra rætt til at bera hústrútittulin. Annar
var Jørundur Skógdrívsson, løgmaður í Føroyum, og hin Búi
(Búgvi) Pætursson, kongs hirðmaður. Eftirkomarar hjá løg-
manni eru í 16. øld at finna í Norðoyum, meðan einki hevur
spurst til nakað avkom hjá hirðmanninum.
Men hvørt hústrú Ingibjørg var gift við løgmanninum ella
hirðmanninum, so er hon einasta søgufasta miðaldar hústrú í
Føroyum, vit vita um.
SUMMARY
A record of a tradition from the village of Skálavík, Sandoy, letters
and genealogical tables put together by Jens Davidsen and J. H. Schrøter
demonstrate clearly, even though written in Danish, that local people have
said hústrúin í Húsavík, but nothing of this material has ever been
published. V. U. Hammershaimb on the other hand used the form hús-
frú(in) in Antiquarisk Tidsskrift and húsfrúgv(in) in Færøsk Anthologi.
This latter form dr. Jakob Jakobsen made use of in all his books, but
in his written records the form hústrúin is often to be found. They were
not aware of the fact that in late medieval time in Norway hústrú was
title of the wife of an esquire (vápnari) or a man of a simular rank.
Mr. Jacob Jacobsen was the first one to point out this special meaning