Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 94
102
Gaelic taom — a Norse loan?
ÚRTAK
Gælisku málini írskt og skotskt gæliskt hava ein orðstovn taom-, sum
bendingar- og avleiðsluformar hjá sagn- og navnorðum kunnu verða
gjørdir av. Stovnurin hevur fleiri merkingar: ‘oysa (bát; vatn úr báti);
pumpa; tøma; hella, stoyta, skeinkja; goysa, spræna, sprænur; bíta, glepsa;
biti, sindur, petti; herðindi, ríð; synd, syndig gerð’. Av tí at hann í ljóði
og merking er so líkur norrønum tøma, er tað freistandi at telja hitt
gæliska taom- lán úr norrønum. Henda skyldskapargreining hevur áður
verið burturvíst, bæði av høvundinum og øðrum. í hesi grein roynir
høvundurin at sýna, at gæliskt taom- er ikki bert ein orðstovnur, men
heldur ljóðligt samanfall av minst trimum ólíkum orðstovnum: 1) Irskt
taom, ið samsvarar við skotskt gæliskt teum í merkingunum ‘bíta, glepsa,
biti, sindur, petti’, er ein samkeltiskur orðstovnur við samlíkum í britt-
onsku málunum walisiskum, korniskum og bretonskum (tam(m), tamaid).
2) Taom (írskt og skotskt gæliskt) í merkingunum ‘oysa, pumpa, tøma,
hella, skeinkja’ er lán úr norrønum tøma. 3) Taom (írskt og skotskt
gæliskt) í merkingunum ‘goysa, spræna, sprænur, herðindi, ríð, syndig
gerð, synd’ er fyri-norrønur orðstovnur av óvissum uppruna.