Fróðskaparrit - 01.01.1970, Síða 127
Føroysk fuglanøvn hjá franska fuglafrøðinginum Brisson 135
oyskum nøvnum: lmber = Imbril = Haugas (105, hetta er
havgás í vetrarbúnaS, meSan omannevnda umtalan av Imbrim/
Ildbrimel á bls. 121 er um havgás í summarbúnað: Brisson
hevur hildið at tað vóru tvey ymisk sløg), Lome = Laume
(112) og Hupling (513, um upprunan til orðið hiplingur
skrivar Lockwood 1964, 47—50).
Eg veit ikki hvaðani Brisson kennir hesi tíggju føroysku
fuglanøvnini, men gitast kann at hann hevur tey frá somu
keldu sum tvey onnur nøvn, sum hann nevnir kelduna til.
Orsøkin til at hann ikki nevnir kelduna til hini tíggju kundi
verið at hann lýsir hinar fuglarnar eftir eintøkum aðrastaðni-
frá, men hesar báðar eftir eintøkum úr Føroyum: Fuld-Koppe
(74, við ongari mynd; Brisson lýsir fyrst fuglin í summar-
búnað, uttan at nevna føroyska fuglin Barnfiard hjá Clusius,
sum eisini var fulkobbi í summarbúnað, og síðani í vetrar-
búnað — hann heldur tað er kynsmunur — óivað er bara
annar úr Føroyum, Brisson nevnir aðrar keldur) og O Edel
(466, við mynd av fuglinum, sum Brisson bert kennir úr Før-
oyum og sum hann tí kallar La Sarcelle de Ferroe, Querquedula
Ferroensis; orsøkin til at Brisson heldur hetta vera annað
fuglaslag enn ógvelluna sum hann lýsir bls. 379, er at ógvellan
úr Føroyum var ungfuglur, sum sagt omanfyri eftir Briinnich
og Salomonsen). Úr somu keldu sum Brisson hevur fulkobban
og ógvelluna hevur hann eisini ein hvítravn, sum hann tó onki
føroyskt navn nevnir á; hann kallar hann Le Corbeau blanc
du Nord, Corvus Borealis albus; fuglurin er lýstur í uppí-
skoytinum (bls. 33—35, við mynd), sum er bundið inn saman
við 6. bindi; Brisson hevur ikki varnast at tað er sami fuglur
sum hann longu hevur lýst í 2. bindi og sum Worm kallaði
Corvus versicolor Feroensis (sí omanfyri).
Um hesar tríggjar fuglarnar skrivar Brisson at M. Thurot
hevur sent teir úr Føroyum til M. le Marquis de Marigny og
at teir nú eru í savninum hjá M. l’Abbe Aubry. Fíesin seinasti
er helst tann Abbe Aubry sum varð føddur í Saint-Jouin
norðan fyri Le Havre, las í Rouen og Paris, var lærari í Paris
og Tours, og doyði í Rouen í 1808 (nógv eru nevnd Aubry í