Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 129
Føroysk fuglanøvn hjá franska fuglafrøðinginum Brisson 137
inn í vísindalatín. — 1 fronskum verða álkufuglarnir nevndir
alques ella alcides (álkan sjálv eitur vanliga pingouin; hetta
orðið verður ikki brúkt um pingvin), og sum felagsheiti á álku-
fuglum og pingvinum verður brúkt alciformes (Robert I, 1951
—53, 102). Eftir FEW XV. 1, bls. 17, finst orðið alque fyrstu
ferð í orðabókini hjá Boiste 1829, og er tað lænt úr norskum.
Hetta er skeivt: franskt hevur óivað lænt orðið úr vísinda-
latíni, og har er tað komið úr føroyskum.
Eider ‘æða, Somateria mollissima’
Eg havi áður (Skarup 1961, 10—13, 1962, 30—33, sbr. 1964,
141) víst á at orðið eider var brúkt fyrstu ferð á fronskum í
1755, at franskt hevur fingið orðið úr vísindalatíni, at tað
er innført har av Ole Worm (1655), sum sigur at fuglurin eitur
so í Føroyum, men at orðið tó má vera av íslendskum upp-
runa. Næstan sama úrslitið er R. Arveiller (1963, 103 f.) seinri
komin til (løgið er at Arveiller sigur bæði at »íslendski upp-
runin er ivaleysur« og at »orðið er farið úr málinum í Før-
oyum inn í vísindalatín og haðani inn í franskt«; kanska
heldur hann at málið í Føroyum er íslendskt?). Kortini heldur
W. v. Wartburg framvegis (FEW XV. 2, bls. 84; tað heftið
kom í 1968), at orðið heldur er komið inn í franskt úr svensk-
um gjøgnum handilsbrøv. Men tað er onki grundarlag fyri at
halda at orðið hevur verið brúkt í handilsbrøvum (har varð
skrivað um æðudún, men ikki um fuglin).
Goirfugel
Eitt slag av pingvin, sum fuglafrøðingar nú rópa Eudyptes
(á donskum klippepingvin) og sum livir í Suðurhavinum, varð
lýst fyrstu ferð av Brisson (VI 102—4), og hann gav hesum
fuglaslag heitið Gorfou uttan at nevna nakra keldu til hetta
heitið: »Gorfou, nom que j’ai donne á ce genre d’Oiseaux.«
Soleiðis eitur fuglurin enn eftir orðabókini hjá Robert (III,
1954—55, 301), har tað sigst at orðið varð brúkt fyrstu ferð
í 19. øld og at tað kemur úr donskum goir-fugl, navn á álkuni
(gorfuglinum) í Føroyum; tað sama stendur í etymologisku
10 — Fróðskaparrit