Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 130
138 Føroysk fuglanøvn hjá franska fuglafrøðinginum Brisson
orðabókini hjá Dauzat, Dubois og Mitterand (1964), sum
leggja aftrat at orðið finst fyrstu ferð í 1827; kanska halda
teir at málið í Føroyum er danskt, tá ið teir kalla føroyska
formin goir-fugl danskan. Wartburg (FEW XXI 246, frá 1967)
sigur at orðið finst longu hjá Brisson, men kennir ikki upp-
runan; hann góðtekur so statt ikki uppskotið hjá undanmonn-
unum.
Sum sagt omanfyri, nevnir Brisson eftir Clusius orðið Goir-
fugel sum føroyskt navn á gorfugli (á bls. 232 nevnir hann
eftir Anderson og Worm íslendskt Geir-Fulg (soleiðis) sum
navn á einum antarslagi, Mergus merganser), og Brisson skilir
millum álkufuglar, sum gorfuglur hoyrir til, og pingvinir, sum
eftir Brisson eru nærri skyldar við lómufuglar. Kortini líkist
gorfuglur pingvinum so nógv at eldri fuglafrøðingar hava
roknað gorfuglin upp í pingvinirnar (Salomonsen 1934, 90;
her sigst at G. Edwards 1764 var tann fyrsti ið skilti millum
gorfugl og pingvin, men Brisson er eldri), og tað er væl møgu-
ligt, at Brisson hevur tikið føroyska navnið á gorfugli, broytt
tað eitt sindur eftir fronsku tunguni og nýtt tað um ein fugl
ið líkist gorfugli. Um so er, er hetta aftur eitt franskt orð
komið úr Føroyum.
O Edel ‘ógvella, Clangula hyemalis’
Stavsetingin hjá Brisson má endurgeva úttaluna ouedla.
Orðið finst hjá Resen 1688, sum óivað hevur tað frá tí áður-
nevnda handritinum um Føroyar frá 1605—15, í forminum
Avella; har eru onnur dømi um at av/au stendur fyri tað tví-
ljóðið sum nú verður skrivað ó, sbr. eisini Laume hjá Brisson.
Orðið er skylt við nýísl. hávella, haferla, fóella, fóerla, fóvella
og norskt hav-al, hav-ella, nøvn á sama fuglinum. Menn eru
ósamdir um upprunan til hetta orðið. Lockwood (1961, 10—
11; 1964, 51—52) tykist at halda at orðið í síni heild hermir
eftir látinum hjá fuglinum (tað sama helt tann sum skrivaði
handritið Resen brúkti, kanska Gabriel Mitens); ikki er at
ivast í at nógv fuglanøvn hava slíkan uppruna, men yvirhøvur
mugu vit bert halda tað tá ið ongin annar møguleiki er til