Fróðskaparrit - 01.01.1970, Síða 131
Føroysk fuglanøvn hjá franska fuglafrøðinginum Brisson 139
staðar. Teir flestu málfrøSingarnir halda at orSiS er samansett,
og at varraljóSiS upprunaliga hoyrdi til fyrra partin (ísl. há-
vella er broyttur formur). Fyrri parturin kann antin vera hafl
hav, tí at ógvellan livir á havinum (A. Torp, undir Havella),
ella herming eftir látinum (Niels Áge Nielsen, undir havlit).
Seinri liSurin verSur antin hildin at vera skyldur viS svenskt
alle, al(fágel) ‘ógvella’ (Jan de Vries, undir alka; Niels Áge
Nielsen) ella at vera ertla ‘erla kongsdóttir, Motacilla’ (Torp).
BáSir møguleikarnir hava trupulleikar. Um seinri liSurin er
skyldur viS sv. alle, er taS torskilt, hví orSiS hevur e í staSin
fyri a (ikki *ógvalla; ljóSliga hevSi suffiksiS -ion hóskaS, men
hví skuldi taS veriS brúkt her?), og hví summir av íslendsku
formunum hava -r- (ávirkan frá er(t)laf). Um seinri liSurin
er ertla, er eftir at prógva at broytingin til -edla í føroyskum
og til -e(r)dla í islendskum er reglulig, og at vísa á onnur dømi
um at ógvellan hevur fingiS navn eftir erlu kongsdóttur (taS
iS fuglarnir báSir skuldu hava felags er taS langa veliS, men
taS sum eySkennir veliS hjá erlu kongsdóttur tykist ikki so
nógv at vera at taS er langt, sum at hon letur viS tí, sbr.
danskt vipstjært, enskt wagtail, franskt hochequeue).
LjóSliga kundi seinri liSurin eins væl veriS 'chella ella *herla
(sbr. før. gjødla, vadla frá gjørla, varla). TaS eru aSrar grundir
til at halda at orSiS 'cherla hevur veriS brúkt í germanskum,
í hvussu er í Bretlandi, um fugl iS ger gang:
Skotskt herle ‘hegri, Ardea cinerea’. Upprunin til hetta orSiS
hevur higartil veriS ókendur; hildiS hevur veriS at taS var
skylt viS m. a. føroyskt hegri, men um so er, skilst -/-iS ikki
(The Scottish National Dictionary V, 1960, 116).
NavniS Harlekin kemur úr miSaldarfronskum, har la
maisniee Hellequin ‘fylgiS ella liSiS hjá H.’ er eitt fylgi sum
ríSur gjøgnum luftina um náttina og ger nógvan gang (enn
ber Harlekin tamburin og bjøllur). Hetta er so statt nakaS taS
sama sum »asgárdsreien« í Noregi (sbr. yrkingin Asgaards-
reien hjá J. S. Welhaven), »Odens jakt« í Svøríki, »Odins-
jægeren« í Jyllandi, »Kong Volmers vilde jagt« á Sælandi og
»die wilde Jagd« í Týsklandi, sbr. eisini »Herne the hunter« í