Fróðskaparrit - 01.01.1970, Síða 132
140 Føroysk fuglanøvn hjá franska fuglafrøðinginum Brisson
The Merry Wives of Windsor hjá Shakespeare. í tí málinum
franskt hevur fingi'ð orðið frá, hevur kongurin í liðinum so
fingið navnið Herla kongur, helst er tað forneingilskt *Herle-
king, sum ávíst av H. M. Flasdieck (1937 og 1942, sbr. FEW
XVI undir *Herle-king og Delbouille 1958). Hildið verður at
fólkatrúgvin um veiðiferðina kemur av ljóðinum frá fuglum
(Oluf Gjerdman 1945, serliga 42—54), og eisini navnið ■'Herle
(-king) kann upprunaliga hava verið navnið á fugli ið ger
gang.
Franskt harle, eldri herle ‘Mergus, toppont og skyld sløg’.
Upprunin til hetta orðið hevur higartil verið ókendur (FEW
XXI 246), men h-ið vísir at orðið má vera lænt úr einum
germanskum máli, og av tí at elstu dømini eru úr Onglandi,
er orðið helst lænt úr enskum. Um Mergus finst orðið harle
eisini í Norfolk, í Orknoyggjum og í Hetlandi; hildið verður
at tað har er lænt úr fronskum (J. Wright, The English Dialect
Dictionary III, 1905, 69; The Scottish Nat. Dict. V, 1960, 49).
Nú ger Mergus ikki nógvan gang, men orðið kann vera yvir-
ført frá einum fugli til annan. Ein møguleiki er at orðið hevur
verið brúkt um Podiceps (danskt lappedykker, før. gjør er eitt
slag) og yvirført til Mergus, sum líkist Pódiceps. Hesin møgu-
leikin verður styðjaður av hesum: í keltiskum og germanskum
málum finst ein annar stovnur sum eisini verður brúktur um
fugl ið ger nógvan gang: *grbo-, t. d. írskt greabóg ‘mási’, norr.
korpr ‘ravnur’ (J. Marstrander 1910, 391; Jan de Vries 1962
undir korpr). Hesin stovnurin (og ikki keltiskt '^gabro- ‘havur’,
sum hildið verður í FEW IV 17) er óivað upprunin til norður-
franskt gievre ‘Podiceps; Mergus’ (FEW XXI 244) og occi-
tanskt gabre, navn á ymsum fuglum (FEW IV 17), og eisini til
frankoprovengalskt grebe ‘Podiceps’ (haðani til franskt bók-
mál og haðani til eingilskt, FEW XXI 246) (føroyskt gjør
‘Podiceps auritus’ kann vera lænt úr norðurfronskum gievre
ella úr keltiskum, sbr. fornírskt giugrann ‘Anas/Branta ber-
nicla, helsingagás’ (Marstrander 1910, 392); tað kann ikki
vera norr. gjóðr, sum Lockwood heldur, 1961, 52—53, tí tað
hevði givið før. *gjóð-ur, og tí tað er ein rovfuglur). Tá ið