Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 133
Føroysk fuglanøvn hjá franska fuglafrøðinginum Brisson 141
*grbo- hevur verið brúkt um (1) fugl ið ger nógvan gang,
(2) Podiceps, (3) Mergus, kann brúkið av germanskum (eing-
ilskum) '■'■berla hava broytt seg á sama hátt á vegnum til
franskt berle, harle.
Gitast kann so statt at sama germanska orðið *herla ‘fuglur
ið ger gang’ er upprunin bæði til seinra liðin av før. ógvella
(og av teim skyldu orðunum í ísl. og norskum), til skotskt
herle, til fyrra liðin av miðaldarfronskum Hellequin, og til
franskt herle, harle. Um so er, hvaðani kemur so orðið *herla?
Tað kann vera eitt nomen agentis (navn á einum sum ger
okkurt) avleitt við einum -/-suffiksi av sagnorðinum ''harjón
(haðani før. herja), sum er avleitt av navnorðinum ''harja-
(haðani før. herur). Tað eru onnur dømi um at -/-suffiksið
hevur verið brúkt til at gera nomina agentis, eitt nú før. biðil
ctann sum biður’. Tað eru eisini onnur dømi um at slík nomina
agentis við -/- eru dýranøvn: før. snigil; fornhátýskt tuhhil
‘fuglurin Mergus’; fornhátýskt wibil og forneingilskt wifel
‘(svarta)klukka’ (um fleiri dømi í forneingílskum, sí Kárre
1915). Før. ógvella og hinir nevndu formarnir krevja at upp-
runaligi formurin hevur verið *harilon: umframt -/-suffiksið
má hann hava haft eitt -ra-suffiks, sum annars serliga hevur
verið brúkt til diminutiv sum í gotiskum mawilo 'genta’ (W.
Meid 1967, bls. 85).
1 miðaldarfronskum finnast fleiri orð, sum líkjast teim
nevndu bæði í formi og í brúki: harele fem. ‘gangur’ (elsta
dømið um 1180), herle fem. ‘gangur’ (frá 13. øld), herler ‘gera
gang’ og onnur. Wartburg (FEW XVI 149) og Delbouille 1958
halda báðir at harele er avleitt í fronskum av hare, eitt róp
(úr frankiskum *hara ‘higar’), og Wartburg heldur tað sama
um herle og herler, men tað er torført at finna líknandi av-
leiðingar í fronskum. Um herle og herler heldur Delbouille at
tey eru avleidd av *Herle(-king), men tað er óvist um fyrri
liðurin hevur livað einsamallur í fronskum. Heldur hevur
frankiskt havt eitt nomen actionis *harila(n) ‘gangur’, sum
var avleitt av *harjon eins og *harilon ‘fuglur ið ger gang’,
og sum varð lænt inn í franskt tvær ferðir: fyri umljóð og