Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 267
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
Eftir H. D. Joensen
í november 1954 vóru Kárastovufólkini suðuri á Tvøroyri
so beinasom at lova Listafelag Føroya at keypa tær fýra mynd-
irnar eftir DíSrik, sum tey áttu. Hesar myndir vórðu sendar
kønum Hálendingi til umvælingar, og samstundis varð farið
undir at fáa uppspurt, hvør ið hesin Díðrikur var, og um nakað
mundi vera goymt av frásøgnum, ið geva okkum kundi ein
hóma av ævisøgu hansara — fremst av øllum, hví hann mundi
vera farin at tekna og mála. Eitt sindur av tí tilfari, sum tá
varð drigið saman eftir mannasøgn, er nýtt í teimum stubbum,
sum staðið hava í framsýningarskráum Listafelagsins (1955
a, b). Og um, hvussu hon kom fram á hesar myndir og segði
Sverra Dahl, fornfrøðingi, frá, hevur Elisabeth Arge (1956),
sála, sjálv greitt frá.
Síðani hevur Díðrikur lítið verið havdur á lofti, tó nevndur
av og á, tá ið sagt hevur verið frá um føroyska list (t. d.
Heinesen 1958).
1 hesi framløgu skulu vit bert greiða frá myndum Díðriks
og teimum royndum, sum gjørdar eru til at vita eftir, hví
hann tekur pensil í hond og fer at fáast við litir. Kortini
skulu vit fyrst heilt stutt staðar- og tíðarfesta mannin.
Tilfar okkara er — umframt trý brøv — munnligar frá-
sagnir, allar frá Skarvanesfólki ella fólki, sum búð hava har
fleiri ár ella javnan vitjað hagar1. Felags fyri alt frásøgufólkið
1 Stavirnir í klombrum eru teir, sum nýttir eru í tilvísingum.
Bræv, dagf. 17.7.53 frá Rudolfi Poulsen á Skarvanesi til Sverra Dahl
(R. P.). — Bræv, dagf. 8.11.54, frá Jóannesi Johannesen á Fjallinum á