Fróðskaparrit - 01.01.1970, Síða 268
276
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
er, at heimildarfólk teirra øll mintust Díðrik á lívi. Aftur at
hesum er so tað tilfar — árstøl og aðrar tíðarfestingar — sum
funnið er í skrivligum keldum (kirkjubókum, fólkateljingum
og øðrum skjølum), sum víst verður til so hvørt. Rættiligar
bókmentir verður skilað til sum vant.
Díðrikur var borin í heim uppi á Dímun h. 25. juli 1802* 2, har faðir
hansara (Søren Dideriksen frá Sjógv í Kollafirði) saman við tveimum
Sandoyingum var farin niðan at stýra oynni, men ongantíð festi. Helst
eru tey farin aftur til Kollafjarðar, tá ið Jens Olsen úr Sumbø festi
oynna í 1807 (Degn 1945) — Díðrikur er so koppsettur í Kollafirði í
1812 — men annars tykist ógjørligt at fáa fult skil á, hvar tey hava búð
hesi ár3. Díðrikur er tó farin aftur til Dímunar at tæna, tí í 1820 er
hann fermdur í Dímunar kirkju4. 1 18225 fer hann, 20 ára gamalur av
aftur Dfmun til Kollafjarðar (í fyrstuni tænti hann helst hjá bóndanum
á Signabø6), og her tykist hann at hava verið, til hann á sumri 1828 fer
Skarvanesi til Jóan Chr. Poulsen í Hesti (J. Fj. s.). — Bræv, dagf. 11.3.55
frá Elisabeth Andreasen (tá Skúvoy) til Janus Kamban, Tórshavn (E. A.).
Samrøða 27.10.54 og juni 1955 við Thorvald Joensen, Tvøroyri (Th. J.).
— Samr. 27.10.54 við Suna Midjord, Tvøroyri (Su. M.). — Samr. 22.6.55
við Jóannes Johannesen á Fjallinum á Skarvanesi (J. Fj. m.). — Samr.
juni 1955 við Kristin Joensen á Sandi (K. J.). — Samr. 10.—11.7.70 við
Hans Kristoffur og Klæmint Poulsen á Skarvanesi (H. K. & Kl. P.). —
Samr. 11.7.70 við Sámal Joensen á Skarvanesi (Sá. J.). — Samr. 11.7.70
við Kristoffur Johannesen á Fjallinum á Skarvanesi (Kr. J.). — Samr.
12.8.70 við Sámal Midjord, á Hvítanesi (Sá. M.). — Hesi fólk hevur
høvundurin sjálvur tosað við. Umframt er nýtt samr. 14.8.52 millum
Sverra Dahl og Svanhildu M. Joensen, á Tvøroyri (Sv. J.).
2 »Tá ið Mikkjal bóndi í Dímun (Michel Thomsen úr Skúvoy, sum
festi 14.6.1784, Degn 1945) var omandottin (21.7.1800), og konan vorðin
svøk, fóru Søren (Dideriksen frá Sjógv í Kollafirði), Rasmus í Dali og
Dímunar-Hanus (úr Húsavík) út í Dímun og stýrdu oynni« (J. Fj. m.).
ELngin teirra festi, Søren helst ikki, tí hann var væl við aldur, u. 1. 60 ár,
og als i'kki bakkamaður.
3 Pápin kann væl vera farin av Dímun, tá ið Jens Olsen úr Sumbø
festi oynna 19.8.1807. Tíverri eru kirkjubøkurnar fyri Sandoynna og Norð-
streymoy so illa ella als ikki førdar flyting viðvíkjandi hetta tíðarskeið,
at einki kann sigast við vissu.
4 Foreldrini eru ikki nevnd her í kirkjubókini, men sum húsbóndi
Jens Olsen.
5 Hetta hevur helst verið tíðliga á heysti, tí 1.8.1822 festi Joen
Johannesen úr Skálavík Dímun (Degn 1945).
6 Faðir hansara, Søren, var pápabeiggi bóndakonuna á Signabø, Kristi-