Fróðskaparrit - 01.01.1970, Síða 269
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
277
til Keypmannahavnar7. í 1834 hitta vit hann aftur sum húskall uppi á
Dímun8, tó longu í 1835 fer hann av aftur oynni til Kollafjarðar at tæna
hjá prestinum í Norðstreymoy9. Hvussu leingi hann hevur verið her, vita
vit heldur ikki fyri vist. Men í 1840 býr hann á Skarvanesi, undir heit-
inum húskallur í Kárastovu, har hann verður búgvandi til sín doyggjandi
dag, h. 8. oktobur 186510.
Frásagnirnar siga seg einki vita um, hvørt Díðrikur fekst
við at mála, áSrenn hann fór til Danmarkar, men bara, at har
hevSi hann veriS, áSrenn hann kom til Skarvanesar, og at har
lærdi hann at mála. »Hví hann fór, ella hvar hann helt til«,
vita tey einki um (J. Fj. s. & m.). »Dí5rikur hevSi veriS niSri,
onnu. Frásøgn er í Kollafirði (Andreas Djurhuus, jarðabrúkari, Tórshavn),
at hagar fór Díðrikur at tæna, og teir sigast tá at hava rópt hann Díðrik
á Signabø, men um hann var verandi har til 1828 man vera ivasamt.
7 Ferðaloyvi fekk hann frá landfútanum føðingardagin 25.7.1828 (Ex-
tract af udfærdigede Rejsepas ved Landfogden paa Færøe, begyndt 1815).
Faðir hansara doyði við Sjógv í Kollafirði av elli sum »aftægtsmand«
20.2.1828. Nakað skifti er i'kki at finna eftir hann, so vit fáa ikki upp-
spurt, um onkur arvur kann hava stuðlað Díðriki til at fara uttanlands.
8 Fólkateljingin 18.8.1834. Nú er hin 25 ára gamli Ole Jacob Jensen,
sum festi 4.9.1830, bóndi á Dímun (Degn 1945). Hjá honum búgva
einkjan eftir Søren Diderichsen, hin tá 56 ára gamla Anna Jacobsdatter,
við børnunum Diderik og Elsebeth, 21 ár, ógift. Anna Jacobsdatter sigst
her at vera mammusystir bóndans, t. e. at hon hevur verið systir konu
Jens Olsens (úr Sunnbø), ið sum einkja giftist uppaftur við Joen Johanne-
sen (úr Skálavík). — Eyðun Winther, lærari, Fuglafirði, hevur víst mær
á bræv, dagf. 28. sept. 1831, frá Tillisoh, amtmanni, til J. M. Hentze,
sýslumann, á Sandi, sum skilliga vísir, at longu í 1831 búði móðir Díðriks
uppi á Dímun. Líkt er til, at eisini Díðrikur hevur búð har.
9 Ivaleyst hevur hann tænt á Kjalnesi, sum var náðinsgarður. Sóknar-
prestur í Norðstreymoyar prestagjaldi frá 1807, til hann doyði 7.7.1839,
var Niels Lassen Holm (Øssursson 1963).
10 Fólkateljingarnar 1840, 1845, 1850, 1855 og 1860. Samuel Joensen
festi Kárastovu 27.7.1803, Joen Samuelsen 14.5.1846 og Samuel Joensen
17.5.1862 (Degn 1945). — Seinastu árini, P. Hentze, próstur, livdi, eru
kirkjubøkurnar á Sandi — eins og í Norðstreymoy — ikki væl førdar
flytingum viðvíkjandi. Helst er hetta batnað, tá ið nýggjur prestur kom.
P. Hentze fór frá í 1837. Tií er líkt til, at Díðrikur kann vera komin til
Skarvanesar longu í 1837 ella nakað fyrr. Sjálvandi kann hann eisini vera
farin úr Kollafirði, tá ið Norðstreymoyarpresturin Niels Lassen Holm
doyði í 1839.