Fróðskaparrit - 01.01.1970, Side 271
Fuglaro.yndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
279
í Danmark hevur tað ikki eydnast at fáa uppspurt14. Á næm-
ingalistanum hjá »Det kgl. Akademi for de skønne Kunster*
er hann so ikki at finna, og skjøl eru ikki varðveitt frá øSrum
tekni- ella málingasskúlum, so vit fáa heldur ikki at vita,
um og hvar hann kanska hevur lært. — Beint um hetta mundiS
— í 1828 — var stóra djórasavnið í Keypmannahavn (Konge-
lige naturhistoriske Museum) fyri stórari umskipan (Graba
1830). Men einki er til skjals um, at nakar Føroyingur hevur
verið teimum til hjálpar.
Uttan so, at onkur av tilvild kemur fram á okkurt, tykist
tí alt enn at vera læst og fyribundið.
Heldur ikki vita vit nakað um, hvussu leingi Díðrikur
hevur verið í Danmørk. Lítið hugsandi er tað, at hann skal
vera heimaftur farin longu í 1828 við seinasta skipi, sum fór
í august. Tí tað var ikki bara at siga tað tá á døgum at fara
uttanlands. Hann kann so í fyrsta lagi vera farin aftur til
Føroya við fyrsta skipi miðjan apríl 182915.
Eitt tiltak er varðveitt eftir Díðrik, sum kanska bendir á,
14 Hin ættfróði Andreas Djurhuus hevur skotið upp, at hann annað-
hvørt kann hava vitjað skyldfólk ella — og helst — hava hildið til hjá
einkjuni eftir prestin Landt. Fyrra uppskotið hevur verið mær ógjørligt
at sanna ella avsanna. Tí um ommuna, Johanna Marie Bonne, einkjuna
eftir prestin Andreas Dam, vita vit bara, at hon skuldi vera ættað frá
»en Herregaard i Danmark« (Degn 1945). Valla mundi samband vera við
donsku ættina hundrað ár seinri. — Og heldur ikki seinra uppskotið hevur
tað higartil borið til at sanna. Einkjan eftir Landt, Annike Hedevig Djur-
huus, f. á Nesi 26.11.1770, systir Sjóvarbóndans Jens Chr. Djurhuus, 'kom
ikki til Keypmannahavnar at búgva fyrr enn í 1838 (í Raadhusstræde 119,
smb. Veiviser eller Anviisning til Kiøbenhavns, Christianshavns og For-
stædernes Beboere for Aaret 1838. — Kannaðir eru hesir leiðvísar frá
1828, til hon doyr 9.6.1841. Hon er at finna í Vor Frue Kirke, Lig-
protokol 1834—1844. Men nakað skifti er ikki til eftir hana). Hugsast
kundi, at hon, áðrenn hon flutti til Keypmannahavnar, hevur búð á Born-
holm, og at Díðrikur hevur vitjað hagar. Men í kirkjubókunum (Mini-
steriaibog) er Díðrikur ikki at finna, hvørki sum komandi ella farandi,
hóast listarnir tykjast væl førdir bæði fyri Olsker (1819—43) og Allinge
(1821—42) sóknir.
15 Smb. bræv frá Rafn til Davidsen, dagf. 14.4.1829 (áðurn. bræva-
savn e 64).