Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 272
280
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
at hann hevur havt onkur viSskifti við málandi fólk í Dan-
mørk.
Tá ið hann var blíður, nýtti hann, sum annars tosaði Kollafjarðar-
mál16, orðafelli lingn17, nakað sum tá ið Sandoyingar nú á døgum siga
»góðin«. Men kom sinnið í hann, og tað mundi ikki vera sjáldan — tí
»Díðrikur var ein undarligur maður, so ræðuliga hastigur« (Sá. J.) ■—
plagdi ihann at nýta orðafellið: »Hann laksedri tann!«18 Hetta orðið, sum
als ikki er av føroyskum uppruna, man helst ikki vera kent nakra aðra-
staðni í Føroyum uttan á Skarvanesi. Spurningurin er tí, um tað er (ella
var) kent í Danmørk, og Díðrikur kann vera komin við orðinum. Tað
var ikki at finna { seðlasavninum hjá stóru donsku orðabókini, tá ið
hon kom, og er enn ritstjórnini ókunnigt19. Men til var í donskum máli
í 17. og 18. øld orðið laksere, ikki bert í teirri merking, sum tað hevur í
dag, men eisini í merkingini lakka. Tí er hugsandi, at í Danmørk um tað
mundið, tá ið Díðrikur vitjaði hagar, hevur orðið laksera verið nýtt
nakað á sama hátt, sum tá ið Danir nú siga: fá lak, give lak o. s. frv. —
kanska serliga málara millum. Men einki er, sum vit kunnu styðja okkum
við, tí heldur ikki tær ritgerðir og orðabøkur, sum burturav fáast við
illbønir og óvandamál (Kristiansen 1866, 1908, Jespersen 1911, 1932,
Nielsen 1931, Hansen 1943, 1961, Bom 1948, 1950) kenna hetta orða-
fellið.
16 Goymt er, at hann, einaferð óvitarnir kastaðu grót á mylluna, har
hann sat, illskliga rópti: »Kemur oyn stoynur aftur, so skal oyn óluk-ka
ske« (J. Fj. s.) ella »Kemur oyn stoynur moyra, skulu tit verða niður-
bundnir« (Sá. J.).
17 Sí Svabo (1966). Upprunin at orðinum tykist óvissur. Hildið verður,
at tað hevur samband við -lingur, okkurt lítið. Hetta er ikki orð, hann
hevur havt heimanaftur við sær úr Danmørk, tí har er orðið heilt ókent
(smb. Ordbog over det danske Sprog, 12. bd. Kbhvn. 1931, 970. teig).
Fyrispurningur til ritstjórnina, meðan henda grein varð skrivað, um
okkurt nýtt kundi verið at lagt afturat, var úrslitaleysur.
18 Jóannes á Fjallinum, sum fyrstur greiddi frá hesum (bæði í brævi
og munnliga), helt hetta (óspurdur) vera danska illbøn. Tað sama segði
Sámal Joensen frá Símuni í Gomlustovu. Hesin seinasti vildi vera við, at
helst mundi tað merkja at lakka. — H. K. & Kl. P. siga, at tey enn á
S.karvanesi kunnu taka nakað soleiðis til: »Tú verður laksedraður«, »eg
skal laksedra teg« (tú skalt fáa eina skortfleingju, verða avbukaður), men
kann eisini verða nýtt í spølni.
19 Smb. Ordbog over det danske Sprog, 12. bd., Kbhvn. 1931,
218.—219. teig. Heldur ikki er tað kent hjá Feilberg (1894—1904) ella
Espersen (1908).