Fróðskaparrit - 01.01.1970, Qupperneq 275
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
283
náta, lógv, stara (f erva), ternu (í neðra)26, bládúgvu, kráku og hvítravni.
4. mynd (38 cm breið, 24 cm høg) er nakað fyri seg, tí henni hevur
Díðrikur sjálvur givið navnið »Maanens Duuer«, sum vanliga hevur verið
framborið »mánans dúvur*.
Allar myndir eru meir og minni løstaðar við at skrastt ella slitið er
burtur av teimum. Ringast farin er 3. mynd, har bringa, hálsur og høvd
(uttan nevið) á svartbakinum og nevið á álkuni eru skrædnað burturúr.
Kortini stendur ikki á toluliga lætt umframt høsnini at greina teir 25
fuglarnar (20 ymisk fuglasløg), sum á teimum fyrstu trimum myndunum
eru. 1 summum førum eru litirnir nóg so fagrir, t. d. reyð bringa, har
hon átti at verið meira brúnlig, men serliga eru bláu litirnir í sterkara
lagi og áttu í fleiri førum heldur at verið gráir. Tó her er at hava f
huga, at ikki hevði Díðrikur málingarhandilin høgligan, og ivasamt er,
hvussu nógv tilfar hann hevur kunnað útvegað sær í staðin fyri og aftur
at tí, hann hevði við sær frá Danmarkarferðini.
Myndirnar eru allar málaðar á pappír. Háttalagið, hann hevur nýtt,
líkist mest teirri so nevndu gouache-málingini (hvítir, kritutir litir), sum
var í blóma í 18. øld (serliga í Svøríki). Akvarellmáling (í neyvar-i merk-
ing) er tað ikki, heldur ikki rættilig temperamáling. Sjálvandi hevur
málingarhátturin áhuga hjá honum, sum kanska vil kanna nærri, hvar
Díðrikur man hava lært. Men ikki er at gloyma kortini, at hann — sum
longu bent á — kann hava verið í uppisetri við tilfar, og fyri alt tað
vóru — og eru — mørkini sjáldan skillig beggja teirra nevndu fyrstu
málingahátta millum.
Av tí at vit vita ikki um eldri fuglamyndir í Føroyum, kundu grundir
kanska verið at steðga eitt sindur á við teir ymisku fuglarnar. Men tað
skal ikki verða gjørt her. Bert skulu vit, av fuglunum á trimum teimum
fyrstu myndunum, gera vart við tveir: Bládúgvuna og hvítravnin (3.
mynd). At Díðrikur hevur verið av fuglakønastu monnum er einki at
ivast í. Bládúgvan átti og eigur serliga í Líðargjógv uttan fyri Líðar-
enda, men annars her og har allan vegin út gjøgnum bergið undir
Stóravatni. Eisini hevur hon ligið í økrunum á Skarvanesi. Eimki løgið
er tí í, at vit finna hana á myndini, hóast hon valla heldur tá hevur
verið Føroyingum flestum kunnig. — Men sera áhugavert er tað, at vit
raka við hvítravnin, henda serføroyska fuglin, sum — mær kunnigt —
eingin føroysk mynd er av, heldur enn nakað útstappað eintak, varð-
veitt í Føroyum. Hvítravnurin, sum nú tykist avoyddur (Niels á Botni
26 »Løgið er at síggja ternuna dimmbláa, men einki er at ivast í, at
hetta tó (sum eisini allir hinir fuglarnir) er okkara vanliga tema, ið jú
er mest sum ljósablá á at líta. Sum tygum nevndu, er óivað talan um
littrot, og soleiðis er eisini við lundahøvdinum« (viðmerkingar A.
Reinerts).