Fróðskaparrit - 01.01.1970, Qupperneq 276
284
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
1952), var longu tá í afturgongd. Tó hevur maður sum Díðrikur, sum
altíð hevði eyguni eftir fugli, ivaleyst mangan borið eyga við hann og
eisini skotið hann meira enn eina ferð.
Men helst av øllum vildu vit vita, hvat ið býr aftan fyri
myndina mánans dúvur, teir 17 dúgvufuglarnar á 4. mynd.
Eru hetta, sum kønir menn vilja vera við, als einki uttan
heilaspunafuglar, skreytroyndir, og er tað, sum teir27 málbera
seg, »heilt óhugsandi, at teir eiga part í veruligum dúgvum«?
Okkum má vera loyvt at gera vart við, at maður, sum í meira
enn fjórðingsøld lítið annað tókst við enn at hyggja eftir
fugli frá morgni til myrkurs, og sum sjálvur fekst við at mála
fugl, kann hava verið varigur við mangan litaleikin hjá dúgv-
um, sum hvør sær kanska hava verið eindømi í litsamseting.
Vit hava longu gjørt vart við, at litatilfarið hjá honum kann
hava verið avmarkað, og summir litir á myndunum tí greflig-
ari, enn teir áttu.
Men hvat mundi Díðrikur fyri alt tað sjálvur meina, tá ið
hann á myndina skrivaði »Maanens Duuer«?
Einans frásøgn (Sv. J.) veit nakað at siga um hetta — hann nevndi
t*r so, tí tað var »dúgvuslag, ið skal skifta litir eina ferð í hvørjum
mánaði«, men sama frásøgn ivast í hesum, tí at har eru 17 og ikki 12
dúgvur. Hetta fyrivarnið hevð-i tó havt lítið upp á seg, um so var at
týðingin annars var bei-n. Tí valla høvdu allar hesar dúgvur verið so
javnlittar í skiftunum, at ikki 17 ymiskar høvdu verið at sæð langt
áraskeið.
Annars tykist -nýtslan av dúgvunøvnunum hvørki at hava verið el-la
at vera heilt greið á føroyskum (heldur enn á fleiri øðrum málum),
hvørki manna millum ella vísindaliga, hóast eingin ivi var og er í,
hvørji dúgvusløg vóru støðufuglar og hvørji bara meira og minni sjáld-
samir gestir. — Fuglanavnið dúgva fin-na vit — umframt í nýggjari kvasð-
um — longu í gamla fuglakvæðinum (Grundtvig & Bloch 1872—76).
Lucas Dehes (1673) nevnir bara Duer, Svaho (1959) frá Føroyaferðini
1781—82 Dygva (Columba oenas), og Landt (1800), sum ivaleyst her
27 Bernt Løppenthin. — A. Reinert ger hesa viðmerking: »Dúgvu-
myndin má vera gjørd við tomum dúgvum sum fyrimynd og við enn
størri lithugflogi enn á høsnamyndini. Tf tey villdúgvusløg, ið kunnu
villast á okkara leiðir, eru øll rættiliga sámilig á liti, meðan tamdúgvan
hevur ógvuliga ymiskan lit. Bládúgvan á størru fuglamyndini er eisini
rættiliga væl lýst.«