Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 277
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
285
eins og í so nógvum øðrum førum man styðja seg við Svabo, greinir,
undir navninum Dua (paa dansk: Due, den vilde Due), frá bládúgvuni
undir frøðiheitinum Columba oenas. Reinhardt (1826) mótmælir hesum
og greinir »den vilde Due paa Færøerne* at vera Columba livia, ætt-
faðirin hjá øllum tomum dúgvusløgum. Um navnið villdúgva er upp-
runaligt føroyskt man helst vera ivasamt, tí ikki tykist tað óhugsandi, at
tað er yvirskriftin hjá Reinhardt, sum gongur aftur bæði hjá Graba (1830),
»die wilde Taube«, og hjá Holm (1848), »vildduva«. Múller (1862) nýtir
navnið Bláadigva (Columba livia Briss.) um føroysku upprunadúgvuna,
men nevnir annars sum sjáldsamar Columba palumbus L., á føroyskum:
Digva (á donskum: Ringdue), og Columba turtur L., á føroyskum:
Turtuldigva. Fiitt fyrra orðið tykist í hesum sambandinum heldur løgið
sum serheitið, tí fremri í grein síni (á 2. bls.) sigur hann frá, at í Før-
oyum eru tamar dúgvur, ið fólk hava sum heimafugl. 1 seinra handriti
sínum (Andersen 1901a) nevnir Miiller einki føroyskt navn, har standa
bara »Turteldue« og »Ringdue«. 1 frágreiðingunum eftir Petur á Botni
eru nýtt heitini dúgva og bládúgva um Columba livia og dúgva um
Columba palumbus (Andersen 1898, 1902). Men í eini seinri ritgerð
(.Andersen 1905), har uppnit eru við frá Samuel Niclassen í Mykinesi,
raka vit fyri fyrstu ferð við navnið mánansdúgva fyri Columba
palumbus L.. Salomonsen (1935—42) nevnir bert føroyska navnið blá-
dúgva (Columba livia livia Gmelin) fyri støðufuglin, og bretsku nøvnini
fyri gestafuglarnar Columba palumbus palumbus L. og Streptopelia turtur
turtur L.. — Men í navnalistanum í sama bókaverki hevur Mikkjal á
Ryggi (1935—42), umframt dúgvu og dúvu fyri Columbidae, orðið blá-
dúgva fyri Columba livia Gmelin og — her hitta vit fyri aðru ferð
navnið — mánansdúgva fyri Columba palumbus L. . Eingin nýtist tí at
ivast í, hvønn fugl Mikkjal á Ryggi (1951) hugsar um, tá ið hann seinri,
í dýralæru síni, sigur frá mánansdúgvuni. — Williamson (1948) kemur
knappliga við føroyska navninum ringdúgva til henda fugl, men hevur
annars sjálvandi navnið bládúgva, men ikki turtuldúgva. Lockwood (1961)
sigur dúgvu fyrst og fremst at merkja bládúgvu og kennir bara orðið
mánansdúgvu frá Mikkjali á Ryggi. Heldur ikki Løppenthin, Poulsen &
Salomonsen (1969) nevna undir dúgvusløgum annað føroyskt navn enn
bládúgva.
Mest sum av torvheiðum koma vit tí aftur frá teimum
fuglakønu. Við heitinum ringdúgva hava vit fingið eitt heilt
danskt orð28. Men man tað, tá ið saman um kemur, vera mæt-
ari við orðinum mánansdúgva?
28 Komið úr týskum Ringeltaube (sí Mackensen 1967). Orðið er at
finna longu hjá Frisch (1763), men er ivaleyst nógv eldri.