Fróðskaparrit - 01.01.1970, Blaðsíða 278
286
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
í stóra seðlasavninum hjá Fróðskaparsetrinum er eingin
seðil við sambandi millum dúgvu og mána (ella mánað), men
sjálvandi seðlar um bládúgvu, dúgvu, dúvu (hetta seinra í
fleiri staðarnøvnum), villdúgvu, villdúvu, einstakur seðil um
ringdúgvu og so turtuldúgva, umframt úr bókamáli turtil-
dúgva.
Tí er tað heldur løgið, hvat ið orðið mánansdúgva sipar til,
og hvussu tað er íkomið. Hent var tað í 1898, at Samuel
Niclassen var farin undir regluliga at gera upprit um fugla-
lívið vesturi í Mykinesi (Andersen 1901 b),29 og í frágreiðing-
um sínum (kunngjørdum í Andersen 1905) nýtti hann alla-
staðni orðið mánansdúgva fyri Columba palumbus L., sum
ikki áður á føroyskum hevði havt nakað sernavn, tað ið nakar
visti um. Sjálvur sigur Andersen seg ongantíð áður at hava
rakt við orðið, og ger hann annars hesa forvitnisligu við-
merking, sum at siga eingin tykist at hava givið gætur, hóast
hann hevur lagt spurningin fyri ikki minni mann enn J. Jakob-
sen: »Mánansdúgva, enten »Maanedue« (mánans bestemt Form
i Genitiv af máni) med Hentydning til de halvmaaneformede
hvide Pletter paa Halsen, eller »Maanedsdue« (mánaðs bliver
paa Færøsk, ved Bortfald af ð-Lyden, til mánans og mánas)
med Hentydning til Fuglens kortvarige Ophold paa Øerne.
(Efter Oplysning fra Dr. phil. J. Jakobsen.) Den første For-
klaring turde være den sandsynligste. I Niclassen’s Meddelelser
bruges stadig dette Ord; andetstedsfra kender jeg det ikke.«
Men ein var, ið gav hesi viðmerking gætur — Mikkjal á Ryggi,
sum hevði eyguni eftir øllum. Tí sjálvandi kann eingin ivingur
vera í, at Mikkjal á Ryggi hevði lisið grein Andersens við
navninum eftir Samuel Niclassen og týðingarroynd dr. Jakob-
sen’s (annað er illa hugsandi, av tí at hann, sum nevnt, gjørdi
uppískoytið um føroysku fuglanøvnini). Kortini er tað løgið,
29 Samuel Frederik Niclasen, lærari, var borin í heim í Miðvági h.
11. 3. 1877 (deyður í Haldórsvík h. 28. 8. 1949). Bæði í kall- og
kvennlegg var hann Miðvingur. Blaðungur fór ha-nn úti í Mykinesi, har
hann í 9 ár var lærari, at gera upprit um fuglar, og hann helt á við
hesum til sín doyggjandi dag. Hann verður mettur at hava verið ein
hin fuglakønasti maðurin, vit hava átt.