Fróðskaparrit - 01.01.1970, Blaðsíða 279
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
287
at eingin annar skal komast við navnið. Báðir vóru teir,
Samuel Niclassen og Mikkjal á Ryggi, Vágamenn, enntá báðir
Miðvingar. Tí hevði tað verið áhugavert, kundu málfrøðingar
greitt okkum, um hetta navnið er — og var — livandi mál í
Vágum. Samuel Niclassen var í 1899 í Keypmannahavn, har
hann leitaði sær kunnleika í eygleiðing av fugli (Johannesen
& Kjeld 1957), men tað er heilt óhugsandi, tykist mær, at
hann skal hava fingið navnið haðani, tí eingin hevur nýtt tað á
donskum um Columba palumbus.
Eg hugsi mær til, at fuglurin, hesin heldur sjáldsami gest-
urin, hevur einki føroyskt navn átt heldur enn aðrar vitjandi
dúgvur. Tær hava tí fingið okkurt, helst danskt, navn. Og tá
ið Mikkjal á Ryggi (1951) letur hann bera navn av einum
»bletti hvørjumegin á hálsinum«, hugsi eg, at hetta man hann
helst hava tikið eftir týðingarroynd dr. Jakobsen’s, valla upp
úr egnum brósti. Tílíkir blettir hava á týskum og donskum
verið atvoldin í samansetingum við ring- (ella ringel-), og
bletturin er at finna í t. d. orðinum mánedrossel30. Men nakað
samband við dúgvu hevur tað ikki eydnast mær at finna.
Nakað sama úrskurð kemur eisini Lockwood (1961) til uttan
at kenna grein Anderserís (1905).
Men á donskum tykist eingin ivi at vera. Orðið Maaneds-due (maanes-
ella maanens-due eru valla til) merkir31: Dúgva, sum fær avkom alt áríð
(hvønn mánað)32; men a-nnars, og serliga, er -tað felags frøðiheiti fyri
allar tamar dúgvur, -har ik-ki er bøtt um slagið, og sum í vakstrarlagi
líkjast ættfaðirinum, bládúgvuni (Columba livia). Vit kun-nu aftur at
hesum leggja (Helms 1924), at ikki bara í vakstrarlagi líkist hon blá-
dúgvuni, men eisini í litum, sum tó kunnu vera sera ymiskir. — Nú er
at spyrja: Hvussu gomul er henda merking av orðinum á donskum?
____________ l '
30 Sí Ordbog over det danske Sprog, 13. bd., Kbhvn. 1932, 701. teig.
31 Sí Ordbog over det danske Sprog, 13. bd., Kbhvn. 1932, 702. teig.
— Maanets- (ella Maaneds-) due hevur á donskum eisini havt annan
týdning, hevur verið nýtt um ástarkvendi ella unnustur av ymiskum
slag. Um nakað samband man vera millum henda týdni-ngin og tær »dúgv-
ur«, vit hitta í Greivanum av Orient eftir Poul Nolsøe (Jakobsen 1912)
fara kønari fólk at meta um. Óhugsandi er tað ikki.
32 Hetta samsvarar við lýsing av navninum í Landbrugets Ordbog,
1. bd., Kbhvn. 1909.