Fróðskaparrit - 01.01.1970, Side 280
288
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
Stóra orðabókin styðjar seg í hesum til uppskriftina: »Mánedsdue / en /
kaldes de duer, som ligger unger ud hver máned« (M. Moth u. 1. 1647—
1719). Av tí at bara »tomu« dúgvurnar verpa og klekja ungar so tíðum,
heldur ritstjórnin einki vera at ivast í, at áðurnevnda merking av orð-
inum gongur aftur til ið hvussu er 1700. — Annars tykist ikki gjørligt at
fáa uppspurt meira um hetta orð á donskum. Men nevnt skal vera, at mær
hevur eydnast at finna tað í gamlari týskari fuglabók (Frisch 1763), har
millum nógv »dúgvusløg«, sum nú als ikki verða roknað sum serstøk sløg,
eisini stendur »»Mon-Tauben«, ein hvít dúgva við brúnum og svørtum lit-
um uppií, allodnum beinum og toppi ella reiki. Navnið hevur hon, sigst,
fingið av »ihre grossen Fruchtbarkeit indem sie fast alle Monate briiten
.....so hat man ihnen doch den Nahmen gegeben, auch Monat-Tauben,
Mon-Tauben....... Columba menstruaVit kenna at siga orðaraðið
aftur donsku merkingina. Nakað serstakt dúgvuslag er hetta ikki, bert ein
tilvildarblanding.®3
NakaS ósmæðiS er taS at vilja halda uppá, at DíSrikur
er komin til Føroya viS heitinum mánansdúgva. Men taS er
líkt til. Vit vita so ikki um nakran, sum undan honum hevur
fest taS á blaS, og taS er tí helst meira enn tankaspæl at seta
orSiS í samband viS fyrsta fuglamálara okkara. Eitt man vera
toluliga vist, at tá iS hann nevnir 4. mynd mánansdúvur, so
merkir hetta bara, at hann hevur spælt sær viS at avmynda
tey mest sum óteljandi ymisku litasambond, hann hevur veriS
varigur viS hjá dúgvum — hann, sum fram um flestu aSrar
menn hevSi umstøSur til at síggja so nógv frábregSi. OrSiS
mánansdúgva fevnir hjá honum, sum hjá nútíSar fuglafrøS-
inginum, um øll tey hundraStals ikki umbøttu dúgvusløgini,
sum ættaS eru undan bládúgvuni. »This species is the pigeop
since it is the ancestor of all our domestic pigeons and of the
feral pigeons which are found in large towns almost throughout
the world« (Goodwin 1967). Og fyrst av øllum londum, har
bládúgvan eigur, nevnir hesin seinasti høvundurin í stórverki
sínum um allar dúgvur heimsins Føroyar.
Ein rættiliga forvitnisligur spurningur er, hví Díðrikur hevur málað
fuglarnar so, sum hann hevur — ikki leysar hvønn frá øðrum, men at
siga altíð hvønn nakað inn á annan. Henda skipan var upprunaliga at-
33 Á svenskum verður manduva nýtt um serligt dúgvuslag (Svensk
Uppslagsbok, 7. bd., 1018. teig, Malmø 1948).