Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 281
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
289
voldin í tí innskoti, at málningarnir kanska vóru ætlaðir sum myndir í
onkrari bók, eitt hugskot, vit kortini heilt hava noyðst at vraka (sum
seinri greitt frá). Onkur84 hevur skotið upp, at kanska hevur hann (sum
valla hevur havt nakran — ið hvussu er munandi — kunnleika til bøkur
ella málningar) bara teknað fuglarnar á sama hátt, sum hann kann hava
sæð teir á onkrum fuglasavni, har teir standa á hyllunum, ofta pinn-
pakkaðir hvør eftir annan. Hann kann hava sæð teir í Keypmannahavn,
men eisini her í Havn vita vit tá um útstappaðan fugl á bókasavninum35.
Mær tykjast tó ongar grundir vera fyri at halda hetta, tí helst er at-
voldin ein heilt onnur. Hvat ger maður, sum lítið tilfar eigur og tí vil
drýggja sær tað (f hesum føri dygdargott pappír at mála uppá)? Hann
byrjar í horninum ovast vinstrumegin, har øll umgerðin á fuglinum er við.
Men síðani roynir hann at fáa so nógv uppá sum gjørligt við at lata
bringuna á næsta fugli ganga aftur um velið á fremra fuglinum. Skilliga
sæst eisini, at hann hevur roynt at kroyst inn smærri fuglar, har tað
hevur borið til. Sjálvur hevur Díðrikur ongantíð fingist við at stappa út
fuglar (J. Fj. m.).
Nær Díðrikur hevur málað tær fýra myndirnar, vit nú vita
um, er heilt ógjørligt at siga nakað um, men tað hevur so
verið onkuntíð í tíðarskeiðinum frá u. 1. 1840 til seinast í
1850-unum. Tí seinru árini livdi hann ikki so væl (H. K.
& Kl. P.).
Vit hava fremst í hesi grein lagt dent á, at vit enn einki
vita um, hví Díðrikur fór at mála, og um hann mundi hava
fyrimyndir, eins og vit hava skilað gjølla til, at einki rættiliga
bendir á, at hann hevur lært hetta kynstur frá øðrum. Men
kortini er vert at gera vart við, at hann livdi beint í eini tíð,
har menn sum ongantíð fyrr fingust við at mála fuglar.
Áhugin fyri fuglabókum var víða hvar sera stórur í 18. og
fyrra helmingi av 19. øld, og komin vóru stór og prýðilig
myndaverk, ofta í nógvum bindum, og tað so dygdargóð, at
tey valla verða gjørd vakrari í dag. Áhugaðum kunnu vit
34 H. P. Rohde, listasøgumaður, Keypmannahavn, sum eg takki
hjartaliga fyri, at hann vísti mær á bókmentir, eg síðan kundi lesa meg
eftir, og sum hevur kannað næmingalistan á Det kgl. Akademi for de
skønne Kunster.
35 Til er á landsbókasavninum rokning frá Magnusi Jacobsen, dagf.
27. 4. 1830: »indbundet nogle Bøger og udstoppet 14 Stk. Fugle til
Biblioteket«.