Fróðskaparrit - 01.01.1970, Blaðsíða 283
Fuglamyndirnar eftir Diðrik á Skarvanesi
291
savninum, men fólk kundu lesa tey á lesistovuni37. Mundi nú
Skarvanesmenn geva tí longu tá neyðstadda bókasavni í Havn
gætur. Meira enn so. Tí tá ið roynt varð í 1840-árunum at
útvega pening til savnið, settu á Skarvanesi bæði Símun Gutt-
ormsen, Sámal Joensen og Óli Hansen seg fyri at gjalda 4
skillingar hvør (Jacobsen 1929 a).38 Eisini hava teir lænt har39.
Men Díðrik finna vit ongastaðni, hóast leitað hevur verið í
øllum tí, sum uppskrivað er um útlán. Fyri tí kann hann
sjálvandi, staddur í Havn, hava hugt í hetta og kanska onnur
bókaverk um fuglar. Men tað er einki uttan giting. Og fyri alt
tað mugu vit leggja afturat, at ein frásøgnin (J. Fj. m.) við
vissu heldur seg vita, at Díðrikur var ikki bókamaður. Næsta
stóra danska bókaverkið um fuglar (Kjærbølling 1852, 1856)
tykist bókasavnið ikki at hava átt (men 2. útg. frá 1875—77),
men annars er heldur einki í tí, sum fær okkum at hugsa um
Díðrik.
Vit vita nógvastaðni frá, at vanligt var tá í tíðini at senda
fuglar og fuglaskinn úr Føroyum — einamest hvítravnurin
stóð altíð fyri skotum, sum longu sæst hjá Ascanius (1772)
sum førd varð. Bókin gongur frá 29. juli 1828—1842 (endar við nr
4107). Bindini eftir Walter eru nr. 3351 á 71., nr. 3430 á 73. og nr.
3703 á 78. blaði. 011 bindini eru keypt — ikki latin — til bókasavnið
frá Boghandler Reitzel.
37 Til er »Udlaans-Protokol for Færøe Amtsbibliotek« frá januar
1842 — 11. okt. 1858. Fyri 1842 eru heilt aftur til 1829 leys, stór ørk
(ikki skrødd úr gerðabók), sum hava verið nýtt. Tey eru ógvuliga
blandað, men tað mesta tykist at vera til. Ørk og bók — sum geva eina
sera áhugaverda mynd av tí, Føroyingar tá hava lisið, tí lænararnir vóru
víða hvar úr Føroyum — hava verið gjølla kannað. Reglugerðin frá
21. 12. 1831 segði annars, at stór og dýr verk við »koparum« kundu
vanliga ikki verða lænt út úr húsinum, men hevur, sæst, ikki verið
hildin. Stórverkið Flora Danica er 1835—49 lænt út 8 ferðir, 7. nov. 1837
til Sjóvarbóndan J. Chr. Djurhuus. I. bd. av Walter er lænt út einans
ferðina (24. aug. 1850 til ein C. Olsen).
38 1 2 9killingar av Skarvanesi við 26 fólkum var ikki heilt einki.
011 Suðuroyggin t. d. lat 1 Rbd. og 36 sk., Sandoyggin tilsamans 2 Rbd.
og 60 sk.
39 12. febr. 1847 lænir Joen Samuelsen av Skarvanesi 1. bd. av Nord.
Fortids Sagaer.