Fróðskaparrit - 01.01.1970, Side 284
292
Fuglamyndirnar eftir Díðrik á Skarvanesi
— til útlond (t. d. Graba 1830, Fischer 1861, 1865, Miiller
1862, Andersen 1901 a, Schiøler 1925). Tí kundi tað hugsast,
at maSur sum Díðrikur var uppi í her, men so er ikki. Hann
er ongastaðni nevndur í bókum ella ritgerðum um íuglar frá
hesi tíðini, ei heldur er nakað, sum óbeinleiðis bendir á, at
menn hava havt samband við hann (umframt tær bókmentir,
ið longu eru nevndar, eru t. d. allar tær ritgerðir gjølla eftir-
hugdar, sum Salomonsen 1935—42 nevnir)40. Menn, sum ferð-
aðust um allar Føroyar, og sum slotaðu eftir øllum til at lýsa
Føroyingin bæði til krops og sálar, og sum sera væl kundu
hugsast at givið einum so sjáldsomum fyribrigdi sum málingar-
kynstri í eini avbygd gætur (t. d. Graba 1830, sum í 1828 var
bæði í Kollafirði, har hann gisti hjá prestinum í Norð-
streymoy, og uppi á Dímun, Panum 1847, sum tó valla var á
Skarvanesi, Hammershaimb 1847 og Holm 1856), tykjast
einki at hava hoyrt um hann. Og heldur ikki samtíðarmenn
hansara, hóast næstu grannar at kalla, taka Díðrik upp á
tunguna (t. d. Jóhannes í Krókiu). Hvussu lítið kendur, hann
hevur verið, skilja vit kanska best av tí, at ein hin fugla-
fróðasti maðurin, vit hava átt, Petur á Botni í Nólsoy, aldri
hevði hoyrt hann grettan.42
Hvar ið vit venda okkum, mugu vit sanna gamla orðafellið:
Eingin vil mín svein eiga. Og tunt er tí tað soðið, sum komið
er burtur úr kanningum okkara. Men so vita vit tað. Hann
hevur verið ein serskøltur, sum gekk sínar egnu leiðir. Og um
40 Harafturímóti verður allastaðir, har tað í tíðarrøð ber til, H. C.
Miiller nevndur, eins og hann sjálvur (Miiller 1862,Andersen 1901 a)
nevnir, hvør ið hevur latið hann fingið fuglar og egg. Men har er einki,
sum bendir á Díðrik.
41 Hann livdi 4. 1. 1794 — 28. 10. 1869. Eitt stak vakurt, í støðum
tó illa lesandi, handrit um lív hansara og nógv viðurskifti á Sandoynni
er á landsbókasavninum, har eisini er avskrift av summum pørtum av
hesum handriti. Ein partur av hesi avskrift er prentaður (Jacobsert 1929 b)
— tíverri ikki tann mest áhugaverdi.
42 Frú Petra Djurhuus, Tórshavn, sum gekk faðir sínum til handa í
arbeiði hansara við fuglum og dagbókum, sigur tað vera heilt vist, at
hann hevði aldri hoyrt um Díðrik.