Fróðskaparrit - 01.01.1970, Side 353
Um ærgistaðir og ærgitoftir
Eftir Sverra Dahl
Víða hvar í haga, bjørgum og á fjøllum koma vit fram á
ymsar leivdir av virki manna frá farnum tíðum. Summar
kenna vit væl, t. d. seyðaból og torvkráir, sum fyri ein part
enn verða nýttar, men summar eru okkum so ókunnigar, at
einki batar at gita. Mangan hjálpa okkum kortini sagnir og
staðanøvn, við frásøgnum um vak(tar)hús og skýli frá sjóræn-
araøldum; um skúvsungakráir og lomvigakvíggjar veiðimanna;
um oksahús, gimbrahús, seyðakráir, svínatippi, purkugerði,
kornkráir, sel, havnir (í merkingini beitilendi), kvíggjar og
støðlar.
Hildið verður, at tey fyrr í kvíggjum savnaðu fenaðin um
náttina, helst eisini til mjólkingar; at tey ofta mjólkaðu neytum
á støðlum, vita vit, men ongan grunaði, at tey onkuntíð høvdu
neyt gangandi alt summarið millum fjalla so langt frá húsum,
at tey máttu byggja smáttur til neytakonurnar eins og í Noregi
sæter og Svøríki fahodar, fyrr enn Christian Matras,
professari, greiðir frá rannsóknum sínum um tey norrønu ærgi-
nøvnini.5-6
Best er at lata Kristian sjálvan koma til orða:
Merkiligasta neytaorðið í føroyskum — um vit tora at kalla tað so
— er ikki til uttan í staðanøvnum. Tað er eitt orð, sum í fornføroyskum
hevur itið ærgi, og sum í nútíðarmáli hevði verið sagt »argi« fyri norðan
og í Suðuroy »ergi«. . . . Orðið kom inn úr gæliskum, og varð um ár
900 nýtt av norrønum monnum fyri vestan í teimum londum, teir bygdu,
uttan tað at til Islands kom tað ikki, tað vit vita. I Føroyum hava vit
orðið í nøvnum sum Argisá, Argisdalur, Argisfossur og í Suðuroyar-
nøvnunum Ergidalur og Ergisá. . . . Einastaðni í Vesturonglandi finna vit
24 — Fróðskaparrit