Fróðskaparrit - 01.01.1970, Qupperneq 354
362
Um ærgistaðir og ærgitoftir
staðanavnið Airybolme, sum ast upprunaliga at Ærgjum og soleiðis er
sama navn sum okkara á Argjum, sum av fyrstu tíð má hava itið at
Ærgjum, t. e. við xrgini.
Vit hava kallað hitt fomføroyska orðið ærgi, sum vit bert kenna úr
staðanøvnum, neytaorð, og tað er sjálvsagt ikki tikið burtur úr ongum.
f nakað gomlum írskum merkti orðið, sum tað føroyska er komið av,
neytastøðil ella neytaflokkur. . . . Tað [er] vanligt orð í skotskgæliskum,
nú ofta framborið a:ði ella a:ri, og líkt er til, at tað haðani kom inn í
norrøn vestanmál. Merkingin er annaðhvørt neytahagi við húsi, ella hús-
um, hjá neytafólki at vera í um summarið ella bert slík summarsmátta
hjá neytafólki. . .. Hesar merkingar mugu vit hava í huga, tá ið vit fáast
við tey staðanøvnini í Onglandi, í Skotlandi, í Orknoyggjum, Hjaltlandi
og Føroyum, sum hava orðið í sær. í jarðarbókini ensku frá 1080, Domes-
day Book, sæst, at um tað mundið vóru nógvir vesturenskir garðar, sum
itu okkurt við »erg«, tað er okkara »ærgi«. Hetta er líkt tí, sum vit kenna
úr Noregi, at garðar koma upp, har sum áður var sætur, tað, sum norð-
menn rópa »sæter«. f Føroyum man í flestum førum merkingin hava verið
tann sama, sum tann norska orðið »sæter« hevur.6
StórtíSindi, ið, sum vera man, elvdu Fornminnissavninum
til skrásetingar og rannsóknar. Fyribils úrslitini verða sýnd í
hesi skrá og á kortinum, 1. mynd.
Tølini framman fyri bygdanøvnini eru tey nummur, bygdimar hava
í teirri staðarskipan, ið Matrikulstovan og Fornminnissavnið nýta. Saman-
berið tey við Føroyakortið, bls. 363.
11 Sunnbø, 114 Økrum: Ergibyrgi; 15 Hovi: Ergidalur;
20 Skúvoy: Argisá; 24 Dali: Argisfløttur; 26 Skálavík: Argis-
gró{s)á; 27 Sandi, 271 Skopun: Argisfossur; 28 Sandavági:
Argishamar; 33 Mykinesi: Argisbrekka; 36 Nólsoy: Áin á
Argiskletti; 37 Kirkjubø, 371 Argjum: Argjum; 43 Kvívík:
Argisá; 44 Vestmanna: Argisáir; 57 Selatrað: Argisgjógv; 60
Eiði: Argisá; 66 Fuglafirði, 661 Hellunum: Argisá (í Havnar-
bø); 73 Glyvrum: Argislíð; 77 Húsum: Argastíggjur; 87 Múla:
Argisdalur (Argdalsrætt).
Hesi Arg-, Argja-nøvn hava fyrr verið orðleidd til
ørga-. 3-4
Yvirlitið er ikki fullfíggjað, ivamál eru ikki tikin við.
Kortini sæst, at ærgi finnast hjá nøkrum av teimum 7 bygdum,
umtalaðar eru í Føroyingasøgu: Hovi, Skúvoy, Sandi, og at
onnur eru innan fyri ognarmark bygda, har ið rannsókn