Fróðskaparrit - 01.01.1970, Page 356
364
Um ærgistaðir og ærgitoftir
hevur prógvað, at víkingaaldar bústaður var: Kvívík og
Fuglafirði.
Tess vegna man neyvan vera ov djarvt, longu eftir skrá-
setingini, at meta, at ærgini hjá okkum eins og fyri sunnan
(sí: frágreiðing Matras) hava uppruna sín í víkingaøldini
(800—1035). Er hetta beint, tora vit helst eisini at ætla um,
at ærgi-nøvn í øðrum bygdum benda á, at har vóru víkinga-
garðar við, serliga teimum, ið vit eftir navnalagnum framman-
undan væntaðu tað: í Sunnbø og í Kirkjubø.
Yvirhøvur eru ærgini langt frá heimbygdini, t. d. Sunnbø
— Ergibyrgi, Sandi — Skopun, Kirkjubø — Argjum, og vóru
í líðum og í dølum við grasgóðum, víðum summarbeiti. Tær
higartil funnu húsatoftir standa allar við rennandi vatn, sum
nógv staðarnøvnini eisini siga frá (sí: skrá og kort).
Ætlanin var at byrja rannsókn á Hellunum, tí at vit vistu
um stóra toft við Argisá, har Símun Jacob Johannesen hevði
funnið og latið savninum: Skifurbrýni, savnnr. 3639. Men
tað kom at vera Ergidalur í Hovi, vegna tess at SEV hevði í
hyggju at seta dalin undir vatn, og tað ráddi um at bjarga
toftunum, áðrenn nakað hendi.:;'
Ergidalur er miðskeiðis á oynni millum vatnið Vatnsnes og
Vatnarygg og o. u. 200 m yvir sjóvarmála. Opin, vakur dalur,
betri beitilendi millum fjalla finnst neyvan í oyggjunum.
Bøndurnir í Hovi áttu hann allan fyrr, nú er markið millum
Hovs og Porkeris áin, ið kemur úr Bessavatni og rennur oman
av Ergifossi í Vatnsnes. Eftir Vatnaryggi liggur mannagøtan,
og mangur hevur her haft skund, tí at Vatnaryggur er íbygdur.
Frásagnir eru nógvar um huldufólk og kristin, men tær fáa
vit ikki við hesa ferð. Sera forvitnisligar eru tær, við at vera
eitt av fáu dømunum um, at huldusagnir og veruligir fundir
bera saman.
2. mynd vísir tann partin av Ergidali, sum eina ferð var
* Sjálvbodnir hjálparmerm vóru lærararnir Kári Jespersen, Svenning
Tausen og Eyðun Winther, teimum veiti eg mikla tøkk fyri henda
dugnað.