Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 2

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 2
6 EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN C-frábrigdið — tað er Ca-teksturin - varð skrivað av Jóannesi í Króki í 1822 eftir Mikkjali Tummassyni á Sandi. Tað hevur 140 ørindi og finst í Sandoyarbók. — Viðmerkjast skal her, at Jóannes í Króki í 1848 gjørdi eina aðra og longri uppskrift av kvæðinum við 151 ørindum, men at henda uppskrift, ið verður nevnd Cb, er mær vit- andi ikki vorðin prentað sum heild, tó at hon við sínum frávikum er serliga áhuga- verd fyri granskingina av kvæði okkara. D-frábrigdið finst í Fugloyarbók, sum er eldri enn 1854. Teksturin har hevur 92 ør- indi. E-frábigdið hevur Hammershaimb skrivað upp í 1853 eftir Ólavi Ólavssyni í Hvannasundi og telur 103 ørindi. F-frábrigdið finst í kvæðabókini hjá Napoleon Nolsøe lækna í 2. bindi (1842), og eisini í Koltursbók. Henda uppskriftin er 140 ørindi. Viðvíkjandi teirri vísindaligu útgávuni av kvæði okkara kann nevnast aftur at tí, sum longu er sagt um tekstirnar í Føroya kvæðum, hetta. Frábrigdini A og B hjá Svabo hevur Christian Matras latið prentað stavrætt í útgávu síni av »Svabos færøske Visehaandskrifter« (1937-39). Frábrigdið Ca hjá Jóannesi í Króki er prentað, somu- leiðis stavrætt, í teirri samskipaðu útgávuni hjá Rikard Long av Sandoyarbók2. Fyrstu ferð, ið Gongurólvskvæði kom á prent, var í »Færóiske Kvæder«, 2. parti (1855), hjá Hammershaimb. Her hevur Hammershaimb ikki hildið seg bara til ein tekst og endurgivið hann óbroyttan, men hann hevur bøtt ella endurbøtt A-frábrigd- ið hjá Svabo við lánum úr øðrum frábrigd- um av kvæðinum. Úrslitið av broytingum hansara er, at teksturin hjá honum telur 131 ørindi móti teimum 125 hjá Svabo. Jó- annes Patursson hevur í savninum »Før- oysk kvæði um brøgd Norðmanna ættar- innar úti og heima«, ið kom út í 1925 og verður manna millum mest nevnt »Gylta- bók«, prentað kvæðið eisini eftir A-frá- brigdinum hjá Svabo, men í einum øðrum broyttum líki, soleiðis at ørindatalið er vorðið 123 — ella 2 ørindi færri enn hjá Svabo. Samanborið við tekstin hjá Hammershaimb hevur teksturin hjá Jóann- esi bónda 8 ørindi færri, og er hetta sam- stundis eitt talandi dømi um, hvussu ymisk úrslitini kundu vera av tekstbøtingarroynd- um, sum enntá byggja á sama høvuðstekst. Við tað at báðar tær nevndu bøkurnar hava verið nógv brúktar at læra seg kvæði eftir til dansibrúk, hava tær vituliga sett spor eftir í kvøðingini av kvæði okkara eisini á okkara døgum. Árinið av tekstbøtingum teirra kann millum annað síggjast av ljóðbanda- upptøkum, ið eru at finna av kvæðinum í bandasavninum á Føroyamálsdeildini. Innihaldið í Gongurólvskvæði hevur Svabo endurgivið soleiðis í einum stuttum samandrátti, sum hann hevur skrivað framman undan B-frábrigdi sínum: Ilgjeer Stajn og Odnabjødn, 2 Brødre i Norge, bygge et Skib, og sejle til Island, hvor Gongu- Rølvur kommer i deres Selskab. De sejle derfra og møde et overhaands Uvejr, og komme endelig til Lands, efterat Mandskabet var dødt, da Ilgjeer Stajn, Odnabjødn og Gongurølvur forlade Skibet, og ginge til Fods. Efter mange Dages Omvanken døe Ilgjeer og Odnabjødn, men Rolvur kommer til en stor Jettes Hule, ved Navn Rosmar, der var gift med hans Syster, hvor han bliver 6 Vintre. Siden befordrer Jetten ham til et got Land, hvorfra han blev førdt til Trundhjem, ved Skygv eav Stokka- nesi, til Kong Ole, hvor han blev kristnet, men døde strax derpaa.3 Ein samanburður millum søguna í B-frá- brigdinum og samandráttin av henni hjá
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.