Fróðskaparrit - 01.01.1987, Qupperneq 2
6
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
C-frábrigdið — tað er Ca-teksturin -
varð skrivað av Jóannesi í Króki í 1822 eftir
Mikkjali Tummassyni á Sandi. Tað hevur
140 ørindi og finst í Sandoyarbók. —
Viðmerkjast skal her, at Jóannes í Króki í
1848 gjørdi eina aðra og longri uppskrift av
kvæðinum við 151 ørindum, men at henda
uppskrift, ið verður nevnd Cb, er mær vit-
andi ikki vorðin prentað sum heild, tó at
hon við sínum frávikum er serliga áhuga-
verd fyri granskingina av kvæði okkara.
D-frábrigdið finst í Fugloyarbók, sum er
eldri enn 1854. Teksturin har hevur 92 ør-
indi.
E-frábigdið hevur Hammershaimb
skrivað upp í 1853 eftir Ólavi Ólavssyni í
Hvannasundi og telur 103 ørindi.
F-frábrigdið finst í kvæðabókini hjá
Napoleon Nolsøe lækna í 2. bindi (1842),
og eisini í Koltursbók. Henda uppskriftin
er 140 ørindi.
Viðvíkjandi teirri vísindaligu útgávuni av
kvæði okkara kann nevnast aftur at tí, sum
longu er sagt um tekstirnar í Føroya
kvæðum, hetta. Frábrigdini A og B hjá
Svabo hevur Christian Matras latið prentað
stavrætt í útgávu síni av »Svabos færøske
Visehaandskrifter« (1937-39). Frábrigdið
Ca hjá Jóannesi í Króki er prentað, somu-
leiðis stavrætt, í teirri samskipaðu útgávuni
hjá Rikard Long av Sandoyarbók2.
Fyrstu ferð, ið Gongurólvskvæði kom á
prent, var í »Færóiske Kvæder«, 2. parti
(1855), hjá Hammershaimb. Her hevur
Hammershaimb ikki hildið seg bara til ein
tekst og endurgivið hann óbroyttan, men
hann hevur bøtt ella endurbøtt A-frábrigd-
ið hjá Svabo við lánum úr øðrum frábrigd-
um av kvæðinum. Úrslitið av broytingum
hansara er, at teksturin hjá honum telur
131 ørindi móti teimum 125 hjá Svabo. Jó-
annes Patursson hevur í savninum »Før-
oysk kvæði um brøgd Norðmanna ættar-
innar úti og heima«, ið kom út í 1925 og
verður manna millum mest nevnt »Gylta-
bók«, prentað kvæðið eisini eftir A-frá-
brigdinum hjá Svabo, men í einum øðrum
broyttum líki, soleiðis at ørindatalið er
vorðið 123 — ella 2 ørindi færri enn hjá
Svabo. Samanborið við tekstin hjá
Hammershaimb hevur teksturin hjá Jóann-
esi bónda 8 ørindi færri, og er hetta sam-
stundis eitt talandi dømi um, hvussu ymisk
úrslitini kundu vera av tekstbøtingarroynd-
um, sum enntá byggja á sama høvuðstekst.
Við tað at báðar tær nevndu bøkurnar hava
verið nógv brúktar at læra seg kvæði eftir til
dansibrúk, hava tær vituliga sett spor eftir í
kvøðingini av kvæði okkara eisini á okkara
døgum. Árinið av tekstbøtingum teirra
kann millum annað síggjast av ljóðbanda-
upptøkum, ið eru at finna av kvæðinum í
bandasavninum á Føroyamálsdeildini.
Innihaldið í Gongurólvskvæði hevur
Svabo endurgivið soleiðis í einum stuttum
samandrátti, sum hann hevur skrivað
framman undan B-frábrigdi sínum:
Ilgjeer Stajn og Odnabjødn, 2 Brødre i Norge,
bygge et Skib, og sejle til Island, hvor Gongu-
Rølvur kommer i deres Selskab. De sejle derfra og
møde et overhaands Uvejr, og komme endelig til
Lands, efterat Mandskabet var dødt, da Ilgjeer
Stajn, Odnabjødn og Gongurølvur forlade Skibet,
og ginge til Fods. Efter mange Dages Omvanken
døe Ilgjeer og Odnabjødn, men Rolvur kommer til
en stor Jettes Hule, ved Navn Rosmar, der var gift
med hans Syster, hvor han bliver 6 Vintre. Siden
befordrer Jetten ham til et got Land, hvorfra han
blev førdt til Trundhjem, ved Skygv eav Stokka-
nesi, til Kong Ole, hvor han blev kristnet, men
døde strax derpaa.3
Ein samanburður millum søguna í B-frá-
brigdinum og samandráttin av henni hjá