Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 3

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 3
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN 7 Svabo vísir, at Svabo hevur als ikki nevnt ástarviðurskiftini millum Rólv og systrina, ið er ein týðandi spurdómur í granskingini av kvæðinum. í »Færóiske Kvæder« hevur Hammershaimb sum ein part av frá- greiðing síni um kvæðið endurgivið inni- haldið í A-frábrigdinum hjá Svabo ógvuliga gjølla og síðan gjørt vart við ymisk frávik frá tí í hinum frábrigdunum. í staðin fyri ta drúgvu donsku frásøgnina hjá Hammers- haimb skal eg her endurgeva hana í eitt sindur styttum líki, ið kortini skuldi givið eina nóg fullfíggjaða mynd av søgugongdini í kvæðinum til okkara endamál: Brøðurnir Illgerð-Steinur og Ódnarbjørn lata á Norðraýri í Noregi smíða eitt stórt skip, sum teir skulu fara til Grønlands við. Teir fáa Snorra Fót til stýrimann, men komnir til íslands taka teir Gongurólv umborð til stýrimann. Á ferðini haðani til Grønlands koma teir í ódnarveður, sum ger, at skipið rekur norður í Trøllabotn, har ein risi, Rosmar, drepur alla manningina uttan Illgerð- Stein, Ódnarbjørn og Gongurólv. Teir laða gull í barmin á sær og fara til gongu frá skipinum inn í landið, sum er berir jøklar og ísakalt. Tá átta dagar eru gingnir, doyr Illgerð-Steinur av kulda, men Rólvur ber byrði hansara í aðrar átta dagar, tá ið Ódnarbjørn doyr somuleiðis av kulda. Rólvur tek- ur eisini hansara byrði upp á seg og gongur nú ein- samallur í kølmyrkri í átjan dagar, til hann sær eld brenna í fjallinum, men áðrenn hann fer inn har, grevur hann alt gullið niður. í hellinum hittir hann eina trøllvaksna kvinnu, sum roynist at vera systir hansara, ið verður nevnd bæði Hilda og Svanna í kvæðinum. Hon krógvar Rólv fyri Rosmari, sum annars verður at eta hann, tá ið hann kemur heim. Tá ið Rosmar kemur aftur í hellið, kennir hann royk av kristnum manni og krevur av Hildu at fáa hann straks at eta. Hilda sýtir fyrst, at nakar er komin har, og sigur, at ein kráka hevði slept niður gjøgnum Ijóaran eitt mannabein, sum hon hevði kastað út aftur. Tá Rosmar ikki vil trúgva henni, tí hann saknar stýrimannin á skipinum, fær Hilda ris- an at lova ikki at gera manninum nakað, tí hann er bróðir hennara. Hetta lovar Rosmar, og Hilda tek- ur nú Rólv fram og setir hann á knæið á Rosmari, men tá ið hann klappar Rólvi, brýtur hann fleiri riv á honum, og Hilda skundar sær at taka Rólv frá honum aftur. Tá ið Rólvur hevur fingið at eta, fer hann út úr hellinum, og har sær hann skip sítt standa bundið, sum Rosmar og tveir brøður hans- ara hava drigið niðan á fjallið. Síðan hevði Rosmar dripið brøður sínar fyri at ráða øllum einsamallur. Sjeynda veturin, ið Rólvur var í hellinum, legði hann ást við systur sína, Svannu, og hon fær Rosm- ar at flyta Rólv heim aftur saman við einari kistu við gulli. — I Cb-tekstinum hjá Jóannesi í Króki leggur Svanna seg í kistuna, sum Rosmar skal bera — Rosmar veður eftir botninum við Rólvi og kist- uni, til teir koma til Moyggjaland og skiljast. Rólv- ur takkar Rosmari fyri hjálpina, biður hann heilsa Svannu, men at líta á heimleiðini upp í eystur fyri at síggja eina drotning. Tá ið Rosmar lítur í sólar- magn, verður hann til ein dranga mitt í Irlands- havi. Á Moyggjalandi svevur Rólvur hjá frúnni Lindinmjá, til hon triðju náttina missir moyggjar- navnið. Tá ið hinar moyggjarnar eisini vilja njóta Rólv, fær frúgvin Lindinmjá ein risafugl at flyta hann til Tróndheims í Noregi. Har møtir Rólvur aftur systur síni við ungum syni í fangi. — í Cb- tekstininum verður sagt, at systirin var komin av einum skipsvraki til Tróndheims. Síðan fer Rólvur til Ólav kong, greiðir honum frá ferð síni, letur seg kristna og doyr. Kvæði okkara er ikki bara kent úr Føroy- um, men uppskriftir av tí eru gjørdar eisini í Danmørk, Svøríki og Noregi, og henda víða útbreiðsla hjá tí reisir fleiri áhugaverd- ar spurningar, eitt nú viðvíkjandi uppruna og aldri tess. í Noregi er til bara eitt brot av kvæðinum, sum varð skrivað upp um miðja 19. øld í Telemark og bar navnið Gonge- Rolv ella Rolv gangar. Hetta brotið greiðir frá, at Rólvur liggur úti til havs á skipi eina jólanátt og fær ikki kynt eld. Hann leitar tí til eitt helli, har eldur brennur, og møtir einari risakelling, sum hann má flýggja fyri4). Aftur at hesum vistu summir heim- ildarmenn at siga, at ørindini hjá Rólvi við ferð síni vóru at leita eftir systrini. Tó at hesar upplýsingar kunnu takast sum eitt prógv um, at kvæðið hevur verið kent í Noregi, finna vit ikki tilburðin í brotinum
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.