Fróðskaparrit - 01.01.1987, Síða 3
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
7
Svabo vísir, at Svabo hevur als ikki nevnt
ástarviðurskiftini millum Rólv og systrina,
ið er ein týðandi spurdómur í granskingini
av kvæðinum. í »Færóiske Kvæder« hevur
Hammershaimb sum ein part av frá-
greiðing síni um kvæðið endurgivið inni-
haldið í A-frábrigdinum hjá Svabo ógvuliga
gjølla og síðan gjørt vart við ymisk frávik
frá tí í hinum frábrigdunum. í staðin fyri ta
drúgvu donsku frásøgnina hjá Hammers-
haimb skal eg her endurgeva hana í eitt
sindur styttum líki, ið kortini skuldi givið
eina nóg fullfíggjaða mynd av søgugongdini
í kvæðinum til okkara endamál:
Brøðurnir Illgerð-Steinur og Ódnarbjørn lata á
Norðraýri í Noregi smíða eitt stórt skip, sum teir
skulu fara til Grønlands við. Teir fáa Snorra Fót til
stýrimann, men komnir til íslands taka teir
Gongurólv umborð til stýrimann. Á ferðini haðani
til Grønlands koma teir í ódnarveður, sum ger, at
skipið rekur norður í Trøllabotn, har ein risi,
Rosmar, drepur alla manningina uttan Illgerð-
Stein, Ódnarbjørn og Gongurólv. Teir laða gull í
barmin á sær og fara til gongu frá skipinum inn í
landið, sum er berir jøklar og ísakalt. Tá átta dagar
eru gingnir, doyr Illgerð-Steinur av kulda, men
Rólvur ber byrði hansara í aðrar átta dagar, tá ið
Ódnarbjørn doyr somuleiðis av kulda. Rólvur tek-
ur eisini hansara byrði upp á seg og gongur nú ein-
samallur í kølmyrkri í átjan dagar, til hann sær eld
brenna í fjallinum, men áðrenn hann fer inn har,
grevur hann alt gullið niður. í hellinum hittir hann
eina trøllvaksna kvinnu, sum roynist at vera systir
hansara, ið verður nevnd bæði Hilda og Svanna í
kvæðinum. Hon krógvar Rólv fyri Rosmari, sum
annars verður at eta hann, tá ið hann kemur heim.
Tá ið Rosmar kemur aftur í hellið, kennir hann
royk av kristnum manni og krevur av Hildu at fáa
hann straks at eta. Hilda sýtir fyrst, at nakar er
komin har, og sigur, at ein kráka hevði slept niður
gjøgnum Ijóaran eitt mannabein, sum hon hevði
kastað út aftur. Tá Rosmar ikki vil trúgva henni, tí
hann saknar stýrimannin á skipinum, fær Hilda ris-
an at lova ikki at gera manninum nakað, tí hann er
bróðir hennara. Hetta lovar Rosmar, og Hilda tek-
ur nú Rólv fram og setir hann á knæið á Rosmari,
men tá ið hann klappar Rólvi, brýtur hann fleiri riv
á honum, og Hilda skundar sær at taka Rólv frá
honum aftur. Tá ið Rólvur hevur fingið at eta, fer
hann út úr hellinum, og har sær hann skip sítt
standa bundið, sum Rosmar og tveir brøður hans-
ara hava drigið niðan á fjallið. Síðan hevði Rosmar
dripið brøður sínar fyri at ráða øllum einsamallur.
Sjeynda veturin, ið Rólvur var í hellinum, legði
hann ást við systur sína, Svannu, og hon fær Rosm-
ar at flyta Rólv heim aftur saman við einari kistu
við gulli. — I Cb-tekstinum hjá Jóannesi í Króki
leggur Svanna seg í kistuna, sum Rosmar skal bera
— Rosmar veður eftir botninum við Rólvi og kist-
uni, til teir koma til Moyggjaland og skiljast. Rólv-
ur takkar Rosmari fyri hjálpina, biður hann heilsa
Svannu, men at líta á heimleiðini upp í eystur fyri
at síggja eina drotning. Tá ið Rosmar lítur í sólar-
magn, verður hann til ein dranga mitt í Irlands-
havi. Á Moyggjalandi svevur Rólvur hjá frúnni
Lindinmjá, til hon triðju náttina missir moyggjar-
navnið. Tá ið hinar moyggjarnar eisini vilja njóta
Rólv, fær frúgvin Lindinmjá ein risafugl at flyta
hann til Tróndheims í Noregi. Har møtir Rólvur
aftur systur síni við ungum syni í fangi. — í Cb-
tekstininum verður sagt, at systirin var komin av
einum skipsvraki til Tróndheims. Síðan fer Rólvur
til Ólav kong, greiðir honum frá ferð síni, letur seg
kristna og doyr.
Kvæði okkara er ikki bara kent úr Føroy-
um, men uppskriftir av tí eru gjørdar eisini
í Danmørk, Svøríki og Noregi, og henda
víða útbreiðsla hjá tí reisir fleiri áhugaverd-
ar spurningar, eitt nú viðvíkjandi uppruna
og aldri tess. í Noregi er til bara eitt brot av
kvæðinum, sum varð skrivað upp um miðja
19. øld í Telemark og bar navnið Gonge-
Rolv ella Rolv gangar. Hetta brotið greiðir
frá, at Rólvur liggur úti til havs á skipi eina
jólanátt og fær ikki kynt eld. Hann leitar tí
til eitt helli, har eldur brennur, og møtir
einari risakelling, sum hann má flýggja
fyri4). Aftur at hesum vistu summir heim-
ildarmenn at siga, at ørindini hjá Rólvi við
ferð síni vóru at leita eftir systrini. Tó at
hesar upplýsingar kunnu takast sum eitt
prógv um, at kvæðið hevur verið kent í
Noregi, finna vit ikki tilburðin í brotinum