Fróðskaparrit - 01.01.1987, Side 4

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Side 4
8 EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN aftur í uppskriftunum av kvæðinum uttan fyri Noreg. Hinvegin er okkurt ørindi, sum upphavliga man hoyra til í kvæðinum, varðveitt í tí gitna norska halgikvæðinum »Draumkvede«, eitt nú hetta: Æg hæv vøri her uppeffe me skj 7 á neat pá havsens bonnar / den som mine fotspor ska fygje / han lær kje a blie munnar5. Úr Svøríki er til bara ein uppskrift av kvæðinum, sum har eitur Havsmannen6. Hon varð gjørd í 1813 í Óstergotland eftir einum heimildarfólki, sum hevði lært kvæðið (vísuna) í Skáne. Eftir innihaldi sínum samsvarar uppskriftin mest við vísuna, sum hon er kend úr Danmørk. Serliga áhugaverdar fyri granskingina av kvæði okkara eru tríggjar uppskriftir av donsku kempuvísuni um Rosmer, gjørdar longu í 16. øld, og hartil tekstirnir av vís- uni, sum vórðu prentaðir av Anders Sør- ensen Vedel í kempuvísubók hansara í 15917. Harvið kom vísan í danska málbúna sínum at liva við síðuna av kvæði okkara í øldir í Føroyum og í Noregi. Henda støða má eisini havast í huga, tá metast skal um árin uttanífrá á kvæði okkara. Við tað at innihaldið í teimum nevndu donsku frábrigdunum av Rosmer-vísuni er somikið ymiskt, skal eg geva ein saman- drátt av evninum í hvørjum frábrigdi fyri seg. Tilgongdin í A-frábrigdinum er henda: Ein rík einkja í Danmørk nevnd Fru Hillelille hev- ur bygt eina fagra borg. Dóttir hennara, Jomfru Svannelille, verður stolin, og leitað verður eftir henni. Tríggir brøður hennara fara eisini at leita og sigla í 8 ár, til teir koma til eitt fjall, har teir finna systrina. Hon krógvar brøður sínar fyri risanum Rosmer, men tá ið hann kemur, kennir hann royk av kristnum manni. Hon sigur fyrst, at ein fuglur hevði kastað eitt mannabein inn, men hon hevði kastað tað út aftur, men at enda sigur hon, at syst- ursonur hennara er komin og spyr, um hann ikki kann vera har. Rosmer biður hann koma inn og setir yngsta bróður hennara á knæið og klappar honum, so hann verður bæði gulur og bláur. Tá Jomfru Svannelille fer at leingjast heim aftur, fær hon Rosmer at bera yngsta bróðurin og eina gull- kistu, sum hon sjálv krógvar seg í, umborð á skipið, sum førir øll systkinini heim aftur til móður teirra. Tá ið Rosmer kemur heim til sín og sær, at Jomfru Svannelille er burtur, doyr hann, t.e. »hand spranck y flinthe-stenne«. B-frábrigdið er meira brotkent og tí torskilt viðvíkjandi tilgongdini: íslands kongur hevur bygt eitt skip, sum Rosmer drepur alla manningina á uttan Alvar kongsson, ið kemur til eitt lítið hús, har hann fer inn. Fru Hille- lille tekur væl ímóti honum og ávarar hann móti Rosmer, at hann fer at eta hann, tá ið hann kemur heim. Heimkomin krevur Rosmer mat, men Hille- lille sigur, at ein fuglur kastaði eitt mannabein inn, og at hon hevði kastað tað út aftur. Síðan sigur hon við Rosmer, at ein smádrongur var komin frá hennara landi at vitja, og fær hann at lova ikki at gera honum nakað. Tá ið Alvar kongsson hevði verið 8 ár har, gjørdi hann Hillelille við barn. Frá- brigdið endar við, at Hillelille sigur við Rosmer, at sveininum leingist heim aftur til land sítt. — Vedel hevur hetta uppískoyti í sínum vísuteksti: Rosmer gevur honum eina gullkistu, sum hon leggur seg í, og hann ber bæði gjøgnum sjógvin til landið, har sólin skínur. Sveinurin sigur her Rosmer frá, at »Helene« er við barn, og hann svarar, at hevði hann ikki svorið honum trygdareið, skuldi hann beint fyri honum. Rosmer skundar sær heim. men tá hann ikki finnur »Helene«, doyr hann, t.e. »fly- ver i Flint«. C-frábrigdið greiðir soleiðis frá: Tveir menn, nevndir »Bucke Been« og »EUfuer Steen«, lata byggja ein knørr, sum teir fara til ís- lands við og kalla »Huiden Gaas«. Har fórst skipið av trøllaávum. Bara ungi Roland finnur á eina gøtu á havsins botni, sum gongur til búrið hjá Eline. Roland sær neistar í fjallinum og kemur ríðandi í garð, har Eline systir hansara tekur ímóti honum. Vátur og kaldur gongur hann inn í fjallið, og Eline biður hann verma síni frosin bein, men sigur við hann, at tá ið trøllið kemur heim, verður hann stoktur á teini. Rosmer sigur heimafturkom-
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.