Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 4
8
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
aftur í uppskriftunum av kvæðinum uttan
fyri Noreg. Hinvegin er okkurt ørindi, sum
upphavliga man hoyra til í kvæðinum,
varðveitt í tí gitna norska halgikvæðinum
»Draumkvede«, eitt nú hetta: Æg hæv vøri
her uppeffe me skj 7 á neat pá havsens
bonnar / den som mine fotspor ska fygje /
han lær kje a blie munnar5. Úr Svøríki er
til bara ein uppskrift av kvæðinum, sum har
eitur Havsmannen6. Hon varð gjørd í 1813
í Óstergotland eftir einum heimildarfólki,
sum hevði lært kvæðið (vísuna) í Skáne.
Eftir innihaldi sínum samsvarar uppskriftin
mest við vísuna, sum hon er kend úr
Danmørk.
Serliga áhugaverdar fyri granskingina av
kvæði okkara eru tríggjar uppskriftir av
donsku kempuvísuni um Rosmer, gjørdar
longu í 16. øld, og hartil tekstirnir av vís-
uni, sum vórðu prentaðir av Anders Sør-
ensen Vedel í kempuvísubók hansara í
15917. Harvið kom vísan í danska málbúna
sínum at liva við síðuna av kvæði okkara í
øldir í Føroyum og í Noregi. Henda støða
má eisini havast í huga, tá metast skal um
árin uttanífrá á kvæði okkara.
Við tað at innihaldið í teimum nevndu
donsku frábrigdunum av Rosmer-vísuni er
somikið ymiskt, skal eg geva ein saman-
drátt av evninum í hvørjum frábrigdi fyri
seg. Tilgongdin í A-frábrigdinum er henda:
Ein rík einkja í Danmørk nevnd Fru Hillelille hev-
ur bygt eina fagra borg. Dóttir hennara, Jomfru
Svannelille, verður stolin, og leitað verður eftir
henni. Tríggir brøður hennara fara eisini at leita og
sigla í 8 ár, til teir koma til eitt fjall, har teir finna
systrina. Hon krógvar brøður sínar fyri risanum
Rosmer, men tá ið hann kemur, kennir hann royk
av kristnum manni. Hon sigur fyrst, at ein fuglur
hevði kastað eitt mannabein inn, men hon hevði
kastað tað út aftur, men at enda sigur hon, at syst-
ursonur hennara er komin og spyr, um hann ikki
kann vera har. Rosmer biður hann koma inn og
setir yngsta bróður hennara á knæið og klappar
honum, so hann verður bæði gulur og bláur. Tá
Jomfru Svannelille fer at leingjast heim aftur, fær
hon Rosmer at bera yngsta bróðurin og eina gull-
kistu, sum hon sjálv krógvar seg í, umborð á
skipið, sum førir øll systkinini heim aftur til móður
teirra. Tá ið Rosmer kemur heim til sín og sær, at
Jomfru Svannelille er burtur, doyr hann, t.e.
»hand spranck y flinthe-stenne«.
B-frábrigdið er meira brotkent og tí torskilt
viðvíkjandi tilgongdini:
íslands kongur hevur bygt eitt skip, sum Rosmer
drepur alla manningina á uttan Alvar kongsson, ið
kemur til eitt lítið hús, har hann fer inn. Fru Hille-
lille tekur væl ímóti honum og ávarar hann móti
Rosmer, at hann fer at eta hann, tá ið hann kemur
heim. Heimkomin krevur Rosmer mat, men Hille-
lille sigur, at ein fuglur kastaði eitt mannabein inn,
og at hon hevði kastað tað út aftur. Síðan sigur hon
við Rosmer, at ein smádrongur var komin frá
hennara landi at vitja, og fær hann at lova ikki at
gera honum nakað. Tá ið Alvar kongsson hevði
verið 8 ár har, gjørdi hann Hillelille við barn. Frá-
brigdið endar við, at Hillelille sigur við Rosmer, at
sveininum leingist heim aftur til land sítt. — Vedel
hevur hetta uppískoyti í sínum vísuteksti: Rosmer
gevur honum eina gullkistu, sum hon leggur seg í,
og hann ber bæði gjøgnum sjógvin til landið, har
sólin skínur. Sveinurin sigur her Rosmer frá, at
»Helene« er við barn, og hann svarar, at hevði
hann ikki svorið honum trygdareið, skuldi hann
beint fyri honum. Rosmer skundar sær heim. men
tá hann ikki finnur »Helene«, doyr hann, t.e. »fly-
ver i Flint«.
C-frábrigdið greiðir soleiðis frá:
Tveir menn, nevndir »Bucke Been« og »EUfuer
Steen«, lata byggja ein knørr, sum teir fara til ís-
lands við og kalla »Huiden Gaas«. Har fórst skipið
av trøllaávum. Bara ungi Roland finnur á eina
gøtu á havsins botni, sum gongur til búrið hjá
Eline. Roland sær neistar í fjallinum og kemur
ríðandi í garð, har Eline systir hansara tekur ímóti
honum. Vátur og kaldur gongur hann inn í fjallið,
og Eline biður hann verma síni frosin bein, men
sigur við hann, at tá ið trøllið kemur heim, verður
hann stoktur á teini. Rosmer sigur heimafturkom-