Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 8

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 8
12 EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN leitar eftir henni — drag kent úr ævin- týrinum »Svarteliten«. (2) Burturtikin moyggj krógvar hetjuna fyri trøllinum, og tá ið tað kemur heim og kennir royk av kristnum manni, sig- ur hon, at ein fuglur hevði slept einum mannabeini niður gjøgnum ljóaran — drag kent úr ævintýrinum »Risen som ikke hadde noe hjerte pá seg«. (3) Trøllið ber burturtiknu gentuna uttan at vita um tað heim aftur, og tað verður til stein, tá ið sólin rísur — drag kent úr ævintýrinum »Hønen tripper i berget«. Tekur ein nú burtur tey nevndu ævintýr- drøgini úr kvæðinum, fær ein eina frásøgn um eina ferð til Grønlands, har skipið end- ar norðuri í Trøllabotni. Bara ein maður verður bjargaður og kemur í eitt helli. Har hittir hann eina kvinnu av risakyni og verður verandi leingi í hellinum, til hann leggur ástir saman við hana og ger hana við barn. Tá ið hann fer av stað úr hellinum, fylgir risin honum á leið, og seinni kemur kvinnan til hansara við syni teirra. Spurn- ingurin er so, um kvæðaskaldið hevur tikið søguevnið úr egnum brósti, ella um hann, sum dømi eru um við fleiri trøllakvæðum, hevur havt norrønar bókmentakeldur at byggja á. Liestøl nevnir tríggjar fornaldarsøgur, sum greiða frá kærleika millum ein kappa og eina jøtunsdóttur, ið verður við barn, men kemur seinni við barninum til kappan í mannaheim. Sum slík dømi nevnir hann »Kjalnesinga søgu«, eina yngri gerð av »Ørvarodds søgu« og serliga »Ketils søgu hængs«, ið hann metir at hava størstan týdning fyri granskingina av keldunum at kvæði okkara. í »Ketils søgu hængs13)« verður sagt, at Ketil á eini fiskiferð seint um heystið rekur í illveðri til havs og vinnur ikki upp land aftur fyrr enn í Finnmørk. Har leggur hann at landi og sovnar, men vaknar brádliga, tá ið ein gívur tekur um stavnarnar á báti hansara og ristir hann. Ketil má taka til rýmingar við báti sínum, og illveðrið stendur við, men nú kemur ein hvalur, sum lívir bátinum, og sum Ketil helt hava mannaeygu. Báturin ferst at enda á nøkrum skerjum, men Ketil bjargar sær í land og kemur til ein garð, har ein maður, t.e. ein jøtun, stóð úti og høgdi við. Hann æt Brúni, og teir fara inn. Har vóru tvær kvinnur, og Brúni letur Ketil sova hjá dóttrini Ravnhild. Hann breiddi nakrar neytahúðir yvir tey, fyri at nakrir jatnir, sum komu har, ikki skuldu síggja tey. Hesir jatnirnir fingu nakrar smørleypar, sum Ketil hevði fingið við sær, tá ið hann rýmdi undan gívrini. Ketil varð verandi har um veturin, men eftir jól tók hann at langta heim. Hann fór tí av stað, men á vegnum hitti hann Gusa Finnakong og drap hann. Tá vendi hann aftur til Brúna og greiddi frá tí, sum hent var. Brúni segði, at Ketil hevði høgt sær nær, tí Gusi var bróðir hansara, men Ketil svaraði, at nú kundi Brúni verða kongur eftir Gusa. Brúni fylgdi so Ketli til heimbygd hansara, og teir skiltust sum góðir vinir. Trý ár seinni kom Ravnhild til Ketil og hevði son teirra við sær, men faðir Ketils var ímóti, at hann skuldi gifta seg við jøtunsdóttrini, og hon fór tí sorgarbundin heim aftur. Um sambandið millum Ketils søgu og kvæðið sigur Liestøl: í báðum er tað talan um eina sjóferð, har skipið í illveðri rekur norður í trøllaheim. í báðum kemur hetjan til ein risa, og í báðum fær hetjan ein son við eini kvinnu, sum er hjá risanum. í báðum fylgir risin hetjuni á heimveg hans-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.