Fróðskaparrit - 01.01.1987, Blaðsíða 8
12
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
leitar eftir henni — drag kent úr ævin-
týrinum »Svarteliten«.
(2) Burturtikin moyggj krógvar hetjuna
fyri trøllinum, og tá ið tað kemur heim
og kennir royk av kristnum manni, sig-
ur hon, at ein fuglur hevði slept einum
mannabeini niður gjøgnum ljóaran —
drag kent úr ævintýrinum »Risen som
ikke hadde noe hjerte pá seg«.
(3) Trøllið ber burturtiknu gentuna uttan
at vita um tað heim aftur, og tað verður
til stein, tá ið sólin rísur — drag kent úr
ævintýrinum »Hønen tripper i berget«.
Tekur ein nú burtur tey nevndu ævintýr-
drøgini úr kvæðinum, fær ein eina frásøgn
um eina ferð til Grønlands, har skipið end-
ar norðuri í Trøllabotni. Bara ein maður
verður bjargaður og kemur í eitt helli. Har
hittir hann eina kvinnu av risakyni og
verður verandi leingi í hellinum, til hann
leggur ástir saman við hana og ger hana við
barn. Tá ið hann fer av stað úr hellinum,
fylgir risin honum á leið, og seinni kemur
kvinnan til hansara við syni teirra. Spurn-
ingurin er so, um kvæðaskaldið hevur tikið
søguevnið úr egnum brósti, ella um hann,
sum dømi eru um við fleiri trøllakvæðum,
hevur havt norrønar bókmentakeldur at
byggja á.
Liestøl nevnir tríggjar fornaldarsøgur,
sum greiða frá kærleika millum ein kappa
og eina jøtunsdóttur, ið verður við barn,
men kemur seinni við barninum til kappan
í mannaheim. Sum slík dømi nevnir hann
»Kjalnesinga søgu«, eina yngri gerð av
»Ørvarodds søgu« og serliga »Ketils søgu
hængs«, ið hann metir at hava størstan
týdning fyri granskingina av keldunum at
kvæði okkara. í »Ketils søgu hængs13)«
verður sagt, at Ketil á eini fiskiferð seint
um heystið rekur í illveðri til havs og vinnur
ikki upp land aftur fyrr enn í Finnmørk.
Har leggur hann at landi og sovnar, men
vaknar brádliga, tá ið ein gívur tekur um
stavnarnar á báti hansara og ristir hann.
Ketil má taka til rýmingar við báti sínum,
og illveðrið stendur við, men nú kemur ein
hvalur, sum lívir bátinum, og sum Ketil
helt hava mannaeygu. Báturin ferst at enda
á nøkrum skerjum, men Ketil bjargar sær í
land og kemur til ein garð, har ein maður,
t.e. ein jøtun, stóð úti og høgdi við. Hann
æt Brúni, og teir fara inn. Har vóru tvær
kvinnur, og Brúni letur Ketil sova hjá
dóttrini Ravnhild. Hann breiddi nakrar
neytahúðir yvir tey, fyri at nakrir jatnir,
sum komu har, ikki skuldu síggja tey. Hesir
jatnirnir fingu nakrar smørleypar, sum
Ketil hevði fingið við sær, tá ið hann rýmdi
undan gívrini. Ketil varð verandi har um
veturin, men eftir jól tók hann at langta
heim. Hann fór tí av stað, men á vegnum
hitti hann Gusa Finnakong og drap hann.
Tá vendi hann aftur til Brúna og greiddi frá
tí, sum hent var. Brúni segði, at Ketil hevði
høgt sær nær, tí Gusi var bróðir hansara,
men Ketil svaraði, at nú kundi Brúni verða
kongur eftir Gusa. Brúni fylgdi so Ketli til
heimbygd hansara, og teir skiltust sum
góðir vinir. Trý ár seinni kom Ravnhild til
Ketil og hevði son teirra við sær, men faðir
Ketils var ímóti, at hann skuldi gifta seg við
jøtunsdóttrini, og hon fór tí sorgarbundin
heim aftur.
Um sambandið millum Ketils søgu og
kvæðið sigur Liestøl: í báðum er tað talan
um eina sjóferð, har skipið í illveðri rekur
norður í trøllaheim. í báðum kemur hetjan
til ein risa, og í báðum fær hetjan ein son
við eini kvinnu, sum er hjá risanum. í
báðum fylgir risin hetjuni á heimveg hans-