Fróðskaparrit - 01.01.1987, Side 9
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
13
ara og skilst frá honum í vinskapi. Síðan
kemur kvinnan til hetjuna og hevur son
teirra við, men so hvørvur hon aftur úr søg-
uni. Aftur at hesum nevnir Liestøl fleiri
serdrøg millum søguna og kvæðið. Báði í
søguni og í kvæðinum er tað talan um, at
risin hevur brøður, sum verða dripnir. Eis-
ini samsvarar norska kvæðisbrotið merki-
liga við Ketils søgu, har Ketil leggur at
landi og má rýma undan gívrini aftur. Bæði
í søguni og í kvæðinum verður hetjan
krógvað undir skinnum. í kvæðinum er tað
Hilda, sum ger tað, men í søguni er tað
Brúni. Bæði í søguni og í kvæðinum verða
matvørur nevndar, sum hetjan hevði á
skipinum, men vóru komnar í risagarðin,
uttan at tað verður sagt hvussu. Liestøl er
hugaður at halda, at risanavnið Rosmar í
kvæðinum kann vera ein nýgerð eftir til-
burðinum við hvalinum í Ketils søgu, har
hvalurin má vera ein umskaptur jøtun. í tí
føroyska kvæðinum sær ein, at Rosmar er
hugsaður sum ein havjøtun (havrisi), tí
hann ferðast 18 dagar við Rólvi gjøgnum
sjógvin. Her vísir Liestøl eisini til sjón-
armiðið hjá Svend Grundtvig, at bjálvin,
sum Rosmar brúkar í sjónum, man vera ein
hamur. í norrønum skaldskapi eru t.d.
»hvalir« og »selir« jøtunheiti, sum man sipa
til umskapingarevnini hjá jøtnum. Navnið
Hilda í kvæðinum líkist nøvnum á jøtun-
kvinnum í fornaldarsøgum, eitt nú Hrafn-
hildr í Ketils søgu og Hildigunnr í Ørvar-
odds søgu.
Knut Liestøl er vísur í, at tað er eitt slag
av sambandi millum Gongurólvskvæði og
Ketils søgu, men tað er hin vegin ikki
greitt, um tað er talan um beinleiðis
samband, soleiðis at kvæðaskaldið hevur
júst havt Ketils søgu í huga sínum. Fornald-
arsøgurnar vísa ið hvussu er, hvussu lætt
ávís motiv ella ávís motivrøð kunnu lænast
í nýgerðum av fornaldarsøgum í seinnu
helvt av miðøldini. Vit mugu tí rokna við
sum einum møguleika, at tað kann vera ein
slíkur, nú ókendur, millumliður millum
Ketils søgu og kvæðið.
Við hesum baksýni er tað eftir Liestøl
lættari at skilja tey ymisku løgini í vøkstrin-
um av kvæðaevninum, og sum hann sjálvur
sigur síðan: »motsegjingane og det usam-
anhangandi fær si forkláring. Kvinna i
berget er skildra so stor og sterk av di ho er
dotter til risen. No skynar ein kvifor Hilda
i dei fleste færøyske variantane vert att i
bjerget, og kvifor ho seinare so uventa
kjem til heimlandet át helten og hev ein son
med, og so atter kverv burt; det er minne
um at Ravnhild vert att i Risaland, fekk ein
son der, kom seinare til Ketil med han,
men drog so burt att. Nár visa hev det drag-
et som er einestáende i trollvisone, at risen
fylgjer helten pá heimveg, so hev det ut-
gangspunktet sitt i det Ketils saga fortel um
at Brune fylgde Ketil heim tilbygdar«.
Við tað at so nógv ævintýrdrøg eru komin
inn í kvæðið so við og við, mátti tað virka
aftur á tað upphavliga evnið í tí, soleiðis at
gamalt mátti skjótast út fyri at geva rúm
fyri nýggjum. Hvussu langt henda broyt-
ingargongd var komin, sæst longu av teirri
elstu donsku uppskriftini (A) frá 16. øld,
har fornaldarsøgudámurin hevur vikið heilt
fyri ævintýrdáminum. Tó at tær føroysku
uppskriftirnar av kvæðinum eru yvirhøvur
meira enn 200 ár yngri, hava tær hildið fast-
ari upp á fornaldarsøgudámin, eisini so-
leiðis at hendingarnar í okkara kvæði eru
bundnar meira at landafrøðiliga kendum
plássum, eitt nú: Noregi, Norðmøri (Norð-
mýri), Tróndheimi, íslandi, Grønlandi og