Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 12

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 12
16 EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN vaksið konufólk, og samsvarar hetta eisini við ta mynd, vit fáa av henni (ella Hildu) í kvæðinum. Tað næsta dømið er eisini ein upphavs- søgn, sum vit skulu hoyra. Tá ið Gongu- rólvur hevði verið sjey ár í hellinum hjá Rosmari, kemur hann við risans hjálp, sum Svabo tekur til í danska kvæðasamandrátti sínum, til »et got Land«. Hetta er Moyggja- land, har allar moyggjarnar vilja tøla Rólv við ástum sínum. Eftir eini søgn, sum Jó- annes bóndi nevnir í »Gyltubók«19, men sum eg annars ikki kenni heimildina til, er Moyggjaland Suðuroy í Føroyum, har skuldi í forðum einki mannkyn vera á uttan konufólk. Við tað at tilburðurin á Moyggjalandi ikki er eitt norrønt, men keltiskt motiv, og Rosmar á heimferð síni úr Moyggjalandi verður til ein dranga mitt í írlandshavi, man Moyggjaland eftir landafrøðiliga sjónarringinum í kvæðinum hava ligið nærhendis írlandi, og tí er tað møguligt, at okkara Suðuroyggj í nevndu upphavssøgn sipar upphavliga til Suður- oyggjar (Hebridurnar), t.e. norr. Suðreyjar. So ósamanhangandi, sum bæði Svend Grundtvig og Knut Liestøl hildu søguna í kvæði okkara vera í støðum, serliga viðvíkjandi ástarviðurskiftunum millum Rólv og kvinnuna (Hildu/Svannu) í risa- hellinum, ivast hvørgin granskari í, at okk- ara kvæði í sínum varðveitta líki umboðar, sagt við orðum Grundtvigs, »den ypperste Overleveringsform«20). Svend Grundtvig rósar eisini kvæðinum fyri »dets paa mange Steder mesterlige Skildring af Havets og Landets Farer i det høje Norden«. At kvæðið av føroyingum hevur verið mett ikki bara sum innantómt fornaldarreyp og sakleys skemtan, men hevur tvørturímóti við hvørt kenst nær lívsveruleikanum júst gjøgnum lýsingarnar av vandaferðum Gongurólvs á sjógv og á landi, hava vit eitt frálíkt dømi um í sambandi við eina hend- ing í 1895, sum ein av monnunum, ið var við í ferðini, sjálvur hevur greitt frá. Her hugsi eg um greinina »Ein prestaflutning- ur« hjá Niels Petur Thomsen í Hvalba, ið stóð í »Tingakrossi« í 1927, men sum eg fari at endurgeva eitt brot av eftir »Oyggjatíð- indum« fyri 11. januar 1984. Áðrenn eg lesi brot av greinini, skal eg upplýsa, at tað var við hesi hending í huga, at eg nevndi fyri- lestur mín »Eg havi verið við havsins botn og stundum uppi við ský«. Ein prestaflutningur Háttvirdi blaðstjóri! Gev mær innivist í »Krossi« fyri at mótmæla tí, sum presturin Jørgen Falk Rønne hevur skrivað í »Dimmalætting« tann 5. mars um ein flutning millum Suðuroynna og Sand- oynna. Hvat viðvíkur tí fyrra helminginum av grein hansara, tá er hon sera væl skrivað, og annað kann heldur ikki væntast av einum manni við hansara lærdómi, og sum so ofta hevur roynt seg sum »for- fattari«, men eg kann ikki fylgja honum longur enn til, tá ódnin brast á, tí tá gongur greinin uttan fyri sannleikan, og tað má eg átala, tí eg var við í ferðini, um Rønne hevur gloymt meg enn sum áður. Tá vit vóru komnir okkurt um tveir fjórðingar úr Sandoynni, brast hann á við ódn av landnyrðingi og kolsvart í kavaroki, so valla sást fram um stavn, og skjótt fingu vit at síggja, at einki gekk fram. Tað var tí ikki annað til ráð at taka uttan at halda undan; men av tí at veðrið brast so knappliga á og sá út til at taka meira og meira til, hildu vit, at tað vóru óráð at halda á Suðuroynna, tá tað kundu vera vónir um at bjargast á Stóru Dímun, sum var okkum nærmast. Hetta vóru vit allir sameintir um, og hildu vit tí undan suður um oynna fyri at fáa skjól. Komnir á Rættartanga var ikki hugsandi um at sleppa suður um fyri brotum, men haldast mátti á, og fingu vit har fjórða brotið av einum sjógvi, sum fylti bátin so tað fleyt úr og í. Komnir suður um, slætnaði tó so mikið, at vit fingu tømt bátin aftur,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.